TIL ARBEIÐIS
Vígdis Johannesen hevur verið forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í nógv ár. Undir sínum veingjabreiði hevur hon einar 1200 limir. Flestu eru úr høvuðsstaðarøkinum, men eisini eru nógvir limir, sum búgva uttanfyri høvuðsstaðarøkið og arbeiða innan kommunumørkini hjá felagnum.
Forkvinnan upplivdi kreppuna fyrst í nítiárunum, og nú samfelagið aftur er í kreppu, og hetta enn einaferð rakar tey tímaløntu rættiliga hart, heldur hon, at umstøðurnar hjá teimum raktu eru minst líka so truplar, sum tær vóru í nítiárunum.
- Hóast vit síðan kreppuna í nítiárunum hava fingið Arbeiðsloysisskipanina, kenna okkara limir, sum hava mist arbeiði, kreppuna rættiliga hart á sínum kroppi. Í eini og somu løtu, sum tey gjørdust arbeiðsleys, mistu tey, sum vóru frægast fyri, umleið 20% av síni inntøku. Men vit hava eisini limir, sum ikki fáa arbeiðsloysisstuðul – ella fáa so lítlan stuðul, at hesin lítið og einki munar í mun til tey krøv, sum gerandisdagurin setir okkum øllum.
Hon sigur, at hetta eru fólk, sum hava so lítið inntøkugrundarlag til útrokning av ALS-stuðli – og eitt nú útlendingar, sum kanska hava trupulleikar av sínum uppihaldsloyvi.
- Vit fara at heita á okkara limir, sum ikki eru komin upp á pláss í skipanini, um at venda sær til okkara, so vit kunnu hjálpa teimum sum best. Vit vilja eisini hava at vita frá okkara limum, sum eru vorðnir arbeiðsleysir, hvussu stór krøvini til búgvini skulu vera, sigur hon.
Vígdis Johannesen metir, at umleið 100 limir hjá felagnum mistu arbeiði, tá fiskavirkið hjá Faroe Seafood í Havn læt aftur, og nakrir limir mistu eisini arbeiði, tá bakaríið Grón læt aftur.
- Eg haldi, at tað er ein nokso stórur munur á kreppuni nú og á kreppuni fyrst í nítiárunum. Sjálvandi er tað positivt, at vit nú hava eina Arbeiðsloysisskipan, sum tekur hond um fleiri. Men vanligu krøvini til gerandisdagin eru nógv størri í dag, enn tey vóru tá, og tað er skjótt, at fólk detta niður ímillum í øllum tí, sum hoyrir til eitt vanligt gerandislív.
Hon vísir á, at áður høvdu fólk brúk fyri at hava eina telefon, men í dag skulu øll hava eina fartelefon – eisini børnini, og øll skulu hava internet.
- Slíkt kann als ikki roknast sum nakað luksus, men er vorðið ein náttúrligur partur av tínum yrki ella tínari frítíð, leggur hon aftrat.
Vilja stuðla
Vígdis Johannesen sigur seg onga løtu ivast í, at fiskavirkið hjá Faroe Seafood í Havn hevur havt ein ómetaliga stóran týdning fyri fleiri av limum felagsins, sum nú hava mist sítt arbeiði.
- Í onkrum føri vóru bæði kona, maður og børn á virkinum, og hetta var teirra lívsgrundarlag, eins og virksemið á Vestaru Bryggju í Havn gjøgnum mong ár hevur verið grundarlagið – ella partur av grundarlagnum – hjá nógvum familjum í økinum.
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag skilir ikki, tá týdningurin av fiskivinnuni sum okkara høvuðsvinnu nærmast verður tileinkisgjørdur.
- Vit mugu síggja í eyguni, at fiskur er at kalla okkara einasta útflutningsvøra og øll lond, sum eiga eina rávørukeldu, royna at brúka hana sum best, soleiðis at hon kastar mest møguligt av sær.
Vígdis Johannesen heldur, at fólk hava lyndi til at gloyma, at tað er útflutningurin, sum skapar grundvirðini í samfelagnum.
- Eisini í Havn eru nógv fólk sum ikki hava møguleikan til almennu arbeiðsplássini, og tí hava slík arbeiðspláss sum tey, ið vóru á fiskavirkinum hjá Faroe Seafood, so ómetaliga stóran týdning, bæði fíggjarliga og fyri trivnaðin hjá fólki og familjum, sigur hon.
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag sigur, at hetta er orsøkin til, at felagið hjá henni og Havnar Arbeiðsmannafelag eru farin í samstarv um, hvussu fiskavirkið kann reisast á føtur aftur.
- Fyri okkum er ikki so avgerandi, hvør letur fiskavirkið uppaftur, men vit vilja vísa áhuga og gera okkara til, at framleiðslan, sum hevur verið partur av grundarlagnum hjá tímaløntum í høvuðsstaðarøkinum gjøgnum so mong ár, ikki verður niðurløgd med alla.
Vígdis Johannesen sigur, at nú verður bíðað eftir eini prísmeting, sum skal gerast fyri virkini, sum vóru partur av Faroe Seafood.
- Vit vilja í hvussu gera okkara til, at fiskavirkið í Havn kemur uppaftur at koyra og framhaldandi kann verða ein týðandi partur av grundarlagnum hjá limum okkara. Vit halda eisini, at hetta arbeiðspláss, sum verið hevur á Vestaru Bryggju í so mong ár, eisini hevur havt stóran týdning fyri høvuðsstaðarøkið, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag.