Arbeiðaraflokkurin vinnur aftur valið á Malta

Arbeiðaraflokkurin á Malta hevur vunnið tjóðartingsvalið og tryggjað sær fjórða valsigurin á rað.

Forsætisráðharrin Robert Abela hevur tryggjað arbeiðaraflokkinum á Malta ein fjórða valsigur á rað. (Mynd: Darrin Zammit Lupi/Reuters)


Tað vísa fyribils úrslit sambært AFP og Reuters.

Forsætisráðharrin Robert Abela og flokkur hansara, Labour (Partit Laburista), standa sostatt til enn eitt valskeið við valdið í oyggjaríkinum í Miðjarðarhavinum.

Á sosialum miðlum og í sjónvarpi takkaði Robert Abela veljarunum fyri stuðulin.

– Takk fyri álitið, skrivaði hann á Facebook.

Abela skrivaði val út eitt ár áðrenn ætlað, tí hann metti, at stjórnin hevði tørv á einum nýggjum fólksligum mandati í einari tíð við altjóða óvissu og geopolitiskum kreppum.

##med2##

 

Í valstríðnum legði arbeiðaraflokkurin dent á búskaparligt støðufesti og á tann búskaparliga vøkstur, sum landið hevur upplivað síðan 2013.

Størsti kappingarneytin var Alex Borg úr Nationalistaflokkinum. Borg, sum er 30 ára gamal og fyrrverandi "Mr. World Malta", førdi valstríð upp á broytingar og nýggjar politiskar leiðir.

Í dag viðurkendi Nationalistaflokkurin tó ósigurin.

Korruptión hevur í fleiri ár verið eitt kjakevni á Malta, serliga eftir morðið á journalistin Daphne Caruana Galizia í 2017, sum avdúkaði álvarsligar trupulleikar í landinum. Men hetta evnið hevði ikki stóran leiklut í ársins valstríði.

Valið varð hildið leygardagin, og valluttøkan var 87,4 prosent.

Malta hevur umleið 550.000 íbúgvar, og sambært miðlinum Malta Today er munurin millum stóru flokkarnar minni enn 19.000 atkvøður.

Hóast sigurin hjá Labour sær út til at vera minni enn í 2022, tá flokkurin fekk 55 prosent av atkvøðunum, eru eygleiðarar samdir um, at valsigurin er tryggur.

 

Forsætisráðharrin Robert Abela hevur tryggjað arbeiðaraflokkinum á Malta ein fjórða valsigur á rað. (Mynd: Darrin Zammit Lupi/Reuters)