Ein deyður og 219 særd eftir PSG-veitslur í Fraklandi

Hátíðarhaldið eftir at Paris Saint-Germain vann Champions League fyri annað árið á rað, endaði við álvarsligum ófriði í Fraklandi.

Stórur ófriður var í fleiri pørtum av Paris eftir Champions League-sigurin hjá PSG. Ein persónur doyði, 219 vórðu særd, og 780 fólk vórðu handtikin. (Mynd: Romeo Boetzle/Ritzau Scanpix)


Sambært franska innlendismálaráðnum er ein persónur deyður, 219 fólk eru særd, og 780 fólk eru handtikin kring landið.

Franski innlendismálaráðharrin, Laurent Nunez, kallar hendingarnar „fullkomiliga óakseptabla“.

– Tað vóru gleðiligar samkomur, men tær vóru eisini fylgdar av ófriði, sum vit høvdu væntað frammanundan, segði hann sambært dpa.

Tann deyði varð funnin eftir eitt motorsúkkluóhapp á ringvegnum kring Paris, har ófriðarskaparar fleiri ferðir royndu at steðga ferðsluni.

Átta av teimum særddu hava fingið álvarsligan skaða.

Samanstoytir vóru serliga kring Champs-Élysées í Paris, har maskerað fólk kastaðu lutir eftir løgregluni. Løgreglan svaraði aftur við táragassi.

Í alt 57 løgreglufólk og trygdarfólk vórðu eisini særd undir ófriðinum.

Franskir myndugleikar høvdu sett 22.000 løgreglufólk til arbeiðis um alt landið, harav 8.000 vóru í Paris.

Sambært innlendismálaráðnum fingu seks bilar og tveir handlar skaða undir ófriðinum.

Umleið 40.000 PSG-fjepparar fylgdu finaluni á stórskíggja á heimavøllinum Parc des Princes. Uttanfyri leikvøllin vóru millum 4.000 og 5.000 fólk savnað, og 150 royndu at troka seg inn á økið.

Í dag skuldu PSG-leikararnir hátíðarhaldast við skrúðgongu nærindis Eiffeltorninum, har væntað varð, at umleið 100.000 fólk fóru at møta. Til tað høvið vóru 6.000 løgreglufólk sett inn.

PSG vann Champions League-finaluna móti Arsenal eftir brotssparkskapping. Dysturin endaði 1-1 eftir vanliga og longda leiktíð.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Stórur ófriður var í fleiri pørtum av Paris eftir Champions League-sigurin hjá PSG. Ein persónur doyði, 219 vórðu særd, og 780 fólk vórðu handtikin. (Mynd: Romeo Boetzle/Ritzau Scanpix)