Mattias Hellisdal var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Västerås SK á Hitachi Energy Arena í Västerås tók ímóti søguríka liðnum, IFK Göteborg.
Tá bert níggju minuttir vóru leiktir var IFK Göteborg á odda 3-0. Men so vaknaði Västerås so dánt. Í 27. minutti minkaði Karl Gunnarsson um munin til 1-3, og tveir minuttir seinni minkaði Mikkel Ladefoged um munin til 2-3. Átta minuttir undan steðginum svaraði útiliðið tó aftur, og var støðan í steðginum 4-2 til IFK Göteborg.
Í 53. minutti minkaði Taonsa Axel um munin til 3-4, og 13 minuttir seinni var frøin stór hjá heimafjøldini, tá Taonsa Axel javnaði til 4-4. Tríggjar minuttir aftaná Mattias var skiftur út megnaði útiliðið tó at skjóta sigursmálið, og fingu teir sostatt trý stig við sær.
Frá bæði Soccerstand og Sofascore fær Mattias fyri avrikið hjá sær karakterin: 6,1 (av 10 møguligum).
Västerås SK er nummar 11 í deildini við 12 stigum. Teir eru seks stig omanfyri Örgryte og Halmstad, ið eru á tveimum teimum aftastu plássunum, ið merkir niðurflyting aftaná lokið kappingarár.
Dysturin millum liðið hjá Áka D. Samuelsen, Mjällby og Djurgården, ið skuldi spælast í dag er avlýstur.
Besta svenska fótbóltsdeildin fer nú HM- og summarferiu. Ikki fyrrenn 3. juli er dystur á skránni aftur. Tá skal Mjällby spæla dyst á útivølli í Uppsala móti oddaliðnum, Sirius.











