Føroyingar vunnu fýra gull og eitt silvur 

- Íðkarar í taekwondo mugu av landinum fyri at dystast, og tí er ein slíkur túrur sera mennandi og læruríkur, siga tey í Hwarang Føroyar

 

Føroyska taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, var til Fredericia Open í vikuskiftinum. Við í føroyska ferðalagnum vóru níggju fólk, harav fimm kemparar.  

Í kappingini vunnu føroysku luttakararnir fýra gull og eitt silvur. 

Íðkarar hjá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at dystast. 

- Tískil eru slíkir túrar sum hesin sera mennandi og læruríkir, siga tey í Hwarang Føroyar. 

Føroysku heiðursmerkini í kappingini í Fredericia Open 2025 vóru hesi:

 

Jónar Kristiansson Poulsen, Cadet – 41 kg (silvur)

Stefan Mifsud, Cadet - 45 kg (gull) 

Jerrold Balagasay, Junior - 45 kg (gull)

Artur Helgason Højgaard, Junior – 63 kg (gull)

Prashim Khadka, Senior - 58 kg (gull)

 

Hwarang Føroyar kemparar eru nú farnir víðari til tvær kappingar í Riga í Lettlandi, og her verður kappast í døgunum 1.-6. oktober.