KÍ er í heilt trongum skóm

1. DEILD: Við heimasigri ímóti klaksvíkingum lyfti NSÍ seg burtur frá niðurflytingarstrikuni

16 ára gamli Markus Klein Danielsen skoraði fyrra málið og legði upp til seinna málið, tá ið NSÍ vann 2-0 ímóti KÍ, sum er á niðurflytingarplássi

Tað var ikki sørt av finaludámi yvir tí, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. KÍ kom til Runavíkar við 20 stigum, og NSÍ tók ímóti við 21 stigum. KÍ var undir strikuni, og NSÍ var yvir strikuni.

 

NSÍ vann í kvøld 2-0, og tað ber við sær, at NSÍ nú er á sætta plássi við 24 stigum, ið er sama stigatal, sum B36 hevur. KÍ er framvegis undir strikuni.

 

At B36 og NSÍ vunnu í hesum umfarinum ber við sær, at kappingin um at sleppa undan niðurflyting er millum KÍ og EB/Streym, sum hevur 22 stig og er tvey stig frammanfyri KÍ. Í næstsíðsta umfari hittast EB/Streymur og KÍ við Margáir.

 

Markus Klein Danielsen legði 13 minuttir eftir steðgin NSÍ á odda eftir horna og upplegg frá Mikkel Elbæk Jakobsen, og eitt korter undan leikloki var tað Áron Høj, sum staðfesti 2-0 heimasigurin. Nú var tað Markus Klein Danielsen, sum átti uppleggið.

 

At talan var um týdningarmikla uppgerð sást aftur í, at millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ vóru Robert Williams, Dávid B. Andreasen, Claes Philip Kronberg og Latif Ahmed.

 

Hjá NSÍ vóru Lars Markmanrud, Mikkel Elbæk Jakobsen og Henrik Osen millum teir fyrstu ellivu, og so var Betuel Hansen, sum hevur verið skaddur í heilt langa tíð á vøllinum í 62 minuttir.

 

Í trimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini hjá NSÍ – B36 (ú), 07 Vestur (ú) og Víkingur (h).

 

Í trimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini hjá KÍ – ÍF (h), EB/Streymur (ú) og 07 Vestur (h).

 

16 ára gamli Markus Klein Danielsen skoraði fyrra málið og legði upp til seinna málið, tá ið NSÍ vann 2-0 ímóti KÍ, sum er á niðurflytingarplássi