Víkingur Reykjavík kom eitt stórt stig nærri meistaraheitinum

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík eru nú sjey stig frammanfyri Val og Stjörnuna

Ígjár tapti Valur 0-2 fyri Fram í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Hetta úrslitið gav í kvøld Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum á oddaliðnum, Víkingi Reykjavík eitt gylt høvið at økja um frástøðuna til Val og Stjörnuna. 

 

Gunnar var við frá dystarbyrjan, tá Stjarnan í kvøld frammanfyri 1.500 áskoðarum tók ímóti Víkingi Reykjavík á Samsung-vøllinum í Garðabær. Megnaði Víkingur at vinna dystin fóru teir at vera sjey stig frammanfyri bæði Stjörnuna og Val. 

 

Víkingur fekk tó ein hvøkk longu í øðrum minutti, tá Örvar Eggertsson slapp at standa fríur í brotsteiginum hjá Víkingi, og hann tók av beinavegin, og setti bóltin í netið. Tað gingu tó bert sjey minuttir, so hevði Helgi Guðjónsson sent bóltin í netið til javnleik 1-1. Beint undan steðginum fekk danski, Nikolaj Hansen Víking Reykjavík á sigurskós við einum sera góðum stútara. 

 

Víkingur var leingi á sigurskós, men tá klokkan vísti 90 minuttir javnaði Stjarnan til 2-2, tá Örvar Eggertsson aftur skoraði fyri heimaliðið. Men seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Valdimar Þór Ingimundarson stóra hetjan hjá Víkingi, tá hann skoraði sigursmálið til 3-2. Fagnaðurin hjá Víkinga-leikarunum og viðhaldfólkunum var ovurhonds stórur. 

 

Nú bert trý umfør eru eftir at leika er Víkingur Reykjavík við 48 stigum langt fremst. Valur og Stjarnan hava 41 stig hvør. Víkingur hevur sostatt tríggjar "match-bóltar". Vinna teir ein av teimum síðstu trimum dystunum, so er meistaraheitið heima.

 

Víkingur kann gott og væl gerast meistari longu leygarkvøldið, tá Valur og Stjarnan møtast á Hlíðarenda í Reykjavík. Endar tann dysturin við javnleiki hava bæði liðini 42 stig, og tá kunnu Valur og Stjarnan í mesta lagi fáa 48 stig. Harumframt hevur Víkingur munandi betri málúrtøku enn Valur og Stjarnan. 

 

Gunnar og liðfelagarnir kunnu tó sjálvir seta tingini upp á pláss komandi sunnukvøld klokkan 20.15 við heimasigri á FH, ið er 16 stig aftanfyri Víking.  

 

18. oktober hevur Víkingur dyst á útivølli móti Breiðablik, og teir enda kappingina sunnudagin 26. september við dysti móti Vali á heimavølli. Tað skal nógv ganga galið um Gunnar Vatnhamar ikki á øðrum sinni kann nevna seg íslendskan meistara. 

 

Í 2023 vann Gunnar bæði meistaraheitið og steypakappingina við Víkingi Reykjavík.