Vánaligur seinni hálvleikur kostaði dýrt hjá Karlskrona

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona hava higartil spælt fýra dystir í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á heimavølli hevur gingið væl við tveimum sigrum í tveimum dystum, men á útivølli er søgan ein onnur. Karlskrona hevur tapt báðar dystirnar á útivølli.

 

Mánakvøldið tapti Karlskrona á útivølli greitt 29-36 fyri Kristianstad. Karlskrona avrikaði væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Í seinna hálvleiki var avrikið munandi slakari.

 

Tróndur setti bara ein av fimm málmøguleikum í netið, men hann legði so upp til tvey mál (assist).

 

Karlskrona hevur fýra stig fyri fýra dystir. Leygardagin klokkan 16 hevur Karlskrona torføran dyst á útivølli í Stokkhólmi móti Hammarby.