Tíðliga seinnapartin í gjár hendi ein syrgilig bátsvanlukka í tí, tey rópa Nappstraumen í Lofoten í Noregi.
Talan var um eina svenska familju á seks fólk, sum hevði keypt sær ein fiskitúr við báti og ferðaleiðara.
Meðan tey vóru úti, koppaði báturin, og ein 11-12 ára gomul genta kom ikki afturíaftur. Hini øll vórðu bjargað.
Men, undir bjargingararbeiðnum, sum var rættiliga avbjóðandi, læt eisini eitt av bjargingarfólkunum lív.
Leitað hevur verið allan seinnapartin í gjár, gjárkvøldið og í alla nátt eftir gentuni, sum hvarv, tá báturin koppaði, men hon er ikki funnin.
- Vit leita við bátum á sjónum, og leitað verður eisini fram við landi, sigur bjargingarleiðarin, Håkon Kjøllmoen við NTB-tíðindastovuna í morgun.
Bjargingareiðarin leggur aftrat, at talan er framvegis um eina bjargingaruppávu, men í morgun fara vit at meta um støðuna.
Í Noregi verður sagt, at Bjargingartænastan fer at halda tíðindafund um middagsleitið í dag, lokala tíð.