Arbeiðsloysið minkað niður í 3,7 prosent

Arbeiðsloysið í Føroyum er alsamt minkað hetta seinasta árið

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú komið niður á 3,7 prosent.

 

Tað  vísir ein uppgerð frá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at hetta seinasta árið er arbeiðsloysið alsamt minkað, tí fyri einum ári síðani var tað 4,9 prosent men nú er tað so minkað niður í 3,7 prosent.

 

Uppgerðin vísir, at lutfalsliga er arbeiðsloysið størst í Vágum, har tað er 4,6 prosent.

 

Hinvegin er arbeiðsloysið minst í Sandoy, har tað er 2,8 prosent.

 

Annars liggur arbeiðsloysið kring landið ímillum 3,3 prosent og 3,9 prosent, men í Suðuroy er tað 4,3 prosent.

 

Tilsamans eru umleið 1.050 føroyingar arbeiðsleysir í løtuni.

 

Arbeiðsloysið er heldur størri hjá kvinnum enn hjá monnum við tað, at gott hundrað kvinnur fleiri eru arbeiðsleysar, enn tað eru menn, vísir heimasíðan hjá ALS.

 

Annars vísa samanteljingar eisini, at arbeiðsloysið er størst í aldursbólkunum 25-34 ár, har arbeiðsloysið er 4,9 prosent og í aldrinum 55-66 ár, har arbeiðsloysið er 5,1 prosent.

 

Minst er arbeiðsloysið í aldursbólkinum 16-24 ár, har arbeiðsloysið er 2,7 prosent.