Jobmatch framløga hjá Gjaldstovuni, Hagstovuni og Landsbankanum
Vit standa við eitt vegamót. Nýggj tøl vísa, at fólkasamansetingin er skeiklað. Vit senda okkara ungu uttanlands at lesa, men fáa ov fá heim aftur. Samstundis innflytur vinnan útlendska arbeiðsmegi fyri at halda hjólunum koyrandi.
Alt hetta hendir, meðan trýstið á vælferðartænasturnar veksur, og vit gerast færri at lyfta uppgávurnar.
Roknistykkið gongur ikki upp. Men ber til at venda gongdini og menna eitt haldført vælferðarsamfelag, um vit varðveita tey ungu í Føroyum og brúka tøkni til at gerast munandi meira effektiv.
Kom við tá vit seta tøl á framtíðina
Týsdagin á Jobmatch fara Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan í felag at seta tøl á veruleikan og geva hvør sítt fakliga boð upp á framtíðar arbeiðsmarknaðin.
Vit kava niður í tølini um flyting, kyn og útlendska arbeiðsmegi, og vísa á, hvørjir spennandi møguleikar og avbjóðingar eru hjá tí almenna.
Hetta er ein framløga til tín, sum vil vita, hvar føroyska samfelagið veruliga er á veg. Øll eru vælkomin á Jobmatch at lurta.
Nær: Týsdagin 30. desember kl 13.00
Hvar: Jobmatch við Tjarnir
Sí meira á Facebook
Stovnarnir í Albert Hall
Gjaldstovan, Landsbankin og Hagstovan











