Uppskotið til friðarætlan millum Ukraina og Russland fevnir um amerikanskar trygdarváttanir fyri Ukraina í 15 ár.
Hesum boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, frá í dag í einum tráði við journalistar á boðtænastuni WhatsApp, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Eg segði við hann (Trump, red.) at vit veruliga vilja umhugsa møguleikan fyri 30, 40, 50 árum, skrivar Zelenskyj sambært tíðindastovuni AFP og leggur afturat:
- Forsetin segði seg fara at hugsa um tað.
Zelensky legði afturat, at hann hevði biðið amerikanska forsetan, Donald Trump, um amerikanskar trygdarváttanir í upp til 50 ár.
Fráboðanin kemur eftir ein fund, sum vardi fleiri tímar í gjár millum Trump og Zelensky á bústaðnum Mar-a-Lago hjá Trump í Florida.
Bæði amerikanski forsetin og ukrainski forsetin søgdu eftir fundin, at stór framstig eru gjørd í mun til at fáa enda á krígnum í Ukraina.
Men tað var ikki greitt, hvørja framgongd serliga talan var um, eins og eingi tíðindi vóru um, hvussu langt burtur tey eru frá eini veruligari friðaravtalu.
Zelenskyj segði eftir fundin, at teir vóru samdir um, at trygdarváttan er neyðug fyri at fáa varandi frið millum Russland og Ukraina.
/Ritzau/











