Arbeiðsmegi verður framvegis ein stór avbjóðing

Stóra virksemið í Føroyum ger, at tørvurin á arbeiðsmegi framvegis er stórur.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er framvegis undir trýsti.

Í ólavsøkufrágreiðingini staðfestir løgmaður, at arbeiðsloysið er sera lágt, samstundis sum nógvar fyritøkur hava trupult við at fáa starvsfólk.

Hann vísir í ólavsøkurøðuni á, at hetta er eitt tekin um ein sterkan búskap, men samstundis ein avbjóðing fyri bæði vinnulív og almennar stovnar.

Tí verður arbeitt við fleiri átøkum, sum skulu tryggja arbeiðsmegi. Millum annað verður hugt at útbúgving, arbeiðsmarknaðarpolitikki og treytunum hjá útlendskari arbeiðsmegi.

Landsstýrið leggur dent á, at tað er avgerandi, at arbeiðsmarknaðurin eisini komandi árini hevur førleikar til tann stóra virksemið í samfelagnum.