Arbeiðsvanlukka í Vestmanna hevur kravt eitt mannalív

Ein ungur maður datt.

Í dag hevur Politiið verið til staðar í Vestmanna í sambandi við eina tragiska hending.

 

Fráboðan kom klokkan 11 fyrrapartin um eitt arbeiðsóhapp í Heygadali í Vestmanna. Og tað vísti seg at vera ein arbeiðsvanlukka, ið endaði við at kosta eitt mannalív. 

 

Ein arbeiðsmaður hevði verið til arbeiðis, og hann datt oman eftir einum hamara, meðan hann var í gongd við okkurt arbeiði.

 

Talan er um ein yngri føroyskan mann.

 

Tyrlan bleiv send norður eftir honum, men hann varð staðfestur deyður á staðnum. 

 

Tey avvarðandi eru kunnað.

 

Politiið arbeiðir nú við at kanna málið nærri, og Arbeiðseftirlitið hevur eisini fingið boð um tað.