Argir eru í løtuni tað skjótast vaksandi stóra bústaðarøkið uttan fyri miðbýin í Havn.
Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at fólkatalið á Argjum vaks úr 2.565 upp í 2.675 frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár.
Vøksturin var 110 fólk, svarandi til 4,3 prosent.
Til samanberingar vaks fólkatalið í Hoyvík við 52 fólkum – úr 4.701 upp í 4.753. Prosentvísi vøksturin í Hoyvík var 1,1 prosent.
Argir fingu sostatt meira enn tvífalt so nógvar nýggjar íbúgvar sum Hoyvík seinasta árið, hóast Hoyvík framvegis hevur munandi fleiri íbúgvar tilsamans.
Sjálvur býurin Tórshavn vaks við 220 fólkum og fór úr 14.180 upp í 14.400 íbúgvar.
Tórshavnar kommuna sum heild fekk 370 fleiri íbúgvar. Fólkatalið fór úr 23.403 upp í 23.773, ein vøkstur á 1,6 prosent.
Kommunan tók harvið ímóti 58 prosentum av øllum fólkavøkstrinum í Føroyum seinasta árið. Samlaði fólkavøksturin í landinum var 643 fólk.
Kelda: Hagstova Føroya











