Arnbjørn fekk heiðurin

Hans Pauli Samuelsen gjørdi tey bæði síðstu málini hjá EB/Streymi í gjár, og var sjálvsagt ovurfegin. – Ja, tú kanst ætla at hetta var ein góður sigur og góð stig at fáa, helt hann fyri eftir dystin. Hann fegnaðist um síni bæði mál, men gav Arnbjørn Hansen allan heiðurin. – Nú var tað hann, sum gjørdi alt arbeiði fyri meg í kvøld, men tað plagar annars at vera umvent, segði víkarmaðurin skemtiliga og sipaði til, at hann hevur lagt upp til fleiri av málunum hjá Arnbjørn Hansen í gjár. Hóast fegin, so loyvdi Hans Pauli sær kortini at vera eitt sindur sjálvkritiskur. – Vit stýra dystinum og halda kanska, at vit tað sama kunnu gevast, men so fær KÍ tvey mál, tí vit ikki eru líka konsentreraðir, og tað er ikki nóg gott, segði Hans Pauli Samuelsen, sum nú hevur góðar vónir til tað, ið eftir er av kappingini.