Tað var einki at rafla um, tá ið EB/Streymur í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av toppliðnum úr Klaksvík.
EB/Streymur restaði eitt nú miðverjan og liðformannin Andras Ó. Olsen, men kortini var KÍ leiðslan bara 1-0, tá ið teir fóru at hvíla seg. Páll A. Klettskarð skoraði eftir langa diagonala framlegging til Árna Frederiksberg, sum legði innfyri úr høgru, og so stýrdi Páll A. Klettskarð bóltin í málið. Páll er toppskjútti yvir allar í Klaksvík, og hetta var mál nummar 140 hjá honum.
Hetta var longu í sætta minutti, og hóast KÍ hevði yvirvág, og hóast fleiri av EB/Streyma monnunum vóru í ódnum, sum teir ikki plaga at vera í – eitt nú var Heðin Klakstein vongverji í høgru, og Rói H. Olsen var miðverji – so megnaði heimaliðið at verja fyri størri KÍ leiðslu, inntil ein tími var farin.
Tá var tað, at dagsins maður hjá KÍ, Árni Frederiksberg, sum man vera gott boð at verða ársins spælari, við fínum frísparki økti til 2-0, og tá ið eitt korter restaði, var hann aftur upp á spæl og setti bóltin í málið og økti um leiðsluna til 3-0.
Og so var tað í síðsta minutti, at Árni Frederiksberg við horna legði inn fyri úr høgru, og KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen stýrdi bóltin síðsta lítla teinin inn um málstrikuna.
Serliga stórur var fagnaðurin í KÍ leguni, tá ið tað restaðu 17 minuttir, og Jóannes Bjartalíð varð skiftur inn á KÍ liðið. Hann hevur ikki verið á besta liðnum síðani í juni.
EB/Streymur – KÍ
0-1: Páll A. Klettskarð 6.
0-2: Árni Frederiksberg 59.
0-3: Árni Frederiksberg 75.
0-4: Jákup B. Andreasen 90.
Dómari: Rani A. Skaalum
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Heðin Klakstein, Árni G. Olsen, Rói H. Olsen, Ári Arge – Tóki H. Johannesen (Sverri Mariusarson, 79.), Ragnar B. Danielsen – Jóhan Hansson Joensen, Elias Moustage, Símun Sólheim (Niklas T. Kruse, 73.) – Ronnie Møller-Iversen (Jákup Hummeland, 81.)
Gult kort: Ronni Møller-Iversen
Venjari: Jákup Martin Joensen
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar færø, Heini Vatnsdal, Lars Daniel Björkman (Jesper Brinck, 48.) – Árni Frederiksberg, Jan B. Andreasen, Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð, 73.), Jasper Van Der Heyden (Boris Dosljak, 61.) – Ivar Sollie Rønning, Páll A. Klettskarð
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal K. Thomassen