Árni verður annar í røðini at røkka 50

Tveir av KÍ spælarunum, sum í kvøld fara at spæla í europeisku meistarakappingini, hara spælt omanfyri 100 altjóða skrásettar dystir

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í europeisku kappingunum hjá føroyskum feløgum í summar.

 

Í Klaksvík verður dystur í kvøld og aftur hóskvøldið. Í kvøld eigur KÍ heimavøll, og hóskvøldið fer NSÍ at spæla á heimavølli í Klaksvík.

 

Mótstøðuliðið hjá KÍ í kvøld er FC Atert Bissen úr Luksemborg. Ferðalagið úr Luksemborg kom til Føroya sunnudagin, og tað heldur til á KG hotellinum í Klaksvík.

 

KÍ luttók fyrstu ferð í europeiskari kapping í 1992 ella fyri 34 árum síðani. Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, og síðani KÍ av álvara aftur beit seg fast í toppinum í føroyskum fótbólti, hava dystirnir verið nógvir, og fleiri spælarar, sum fara á vøllin í kvøld, hava heilt nógvar altjóða royndir – bæði í Europa og landsliðnum.

 

Flest dystir í Europa hevur Odmar Færø spælt, 52, og næstflest hevur Árni Frederiksberg spælt. Hann fer í kvøld at spæla fyri 50. ferð í Europa. Árni er føroyskur toppskjútti í europeisku liðkappingunum. Hann hevur í 49 dystum skorað 14 mál. Næstur honum á europeiska máltindinum í liðfótbólti er Páll A. Klettskarð, sum hevur skorað 13 mál.

 

 KÍ - FC Atert Bissen úr Luksemborg: Dominik Starý úr Kekkia kl. 19.45.

 

 

 

 EuropaLandsliðÍalt
Odmar Færø5270122
Árni Frederiksberg492473
Jóannes K. Danielsen472673
Deni Pavlovic47047
Páll A. Klettskarð442468
Jákup B. Andreasen433578
Hallur Hansson2576101
Gilli Rólantsson Sørensen46569