Aron Benjaminsen seldur til Hearts

18 ára gamli Aron Benjaminsen er á veg úr Víkingi til skotska stórfelagið Hearts

Sambært Kringvarpinum skal Aron spæla sín seinasta dyst fyri Víking á hesum sinni fríggjakvøldið, tá HB kemur á vitjan í Sarpugerði.

 

Flytingin ber við sær, at kviki vongurin ikki verður við, tá Víkingur og KÍ spæla steypafinalu 5. september.

 

Skotska flytingarvindeygað letur aftur 3. september, tveir dagar undan steypafinaluni.

 

Ógreitt, hvussu nógv Hearts rindar

 

Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur.

 

Portal.fo skrivar við tilvísing til skotskar miðlar, at talan helst verður um eina sekssiffraða upphædd í bretskum pundum. Eingin upphædd er tó alment váttað.

 

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen.

 

Hevur gjørt vart við seg

 

Áhugin fyri unga føroyinginum hevur verið stórur, og fleiri útlendsk feløg skulu hava havt eyguni eftir honum. Skotskir miðlar meta tó Hearts vera favoritt at fáa undirskriftina.

 

Aron Benjaminsen hevur verið millum mest eyðsýndu álopsspælararnar í føroysku kappingini í ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur í landskappingini.

 

Sambært Portal.fo er tað bara Árni Frederiksberg hjá KÍ, sum hevur fleiri málstig í føroyskum fótbólti í ár.

 

Aron hevur eisini gjørt vart við seg í Evropa. Hann skoraði í báðum Conference League-dystunum hjá Víkingi móti íslendska Stjarnan í summar.

 

Portal.fo vísir til Edinburgh News, sum skrivar, at Hearts roynir at fáa Aron Benjaminsen í hópin, áðrenn skotska flytingarvindeygað letur aftur.

 

Sambært skotskum miðlum hevur Hearts funnið føroyska U21-landsliðsspælaran við hjálp frá Jamestown Analytics, sum fæst við dátugrundaða spælaraleiting.

 

Hearts metir sambært miðlunum, at Aron kann geva liðnum fleiri møguleikar á vonginum. Samstundis verður hann sæddur sum ein framtíðaríløga, ið kann mennast í skotskum fótbólti og seinni fáa stórt virði fyri felagið.

 

Hearts, sum hevur heimstað í Edinburgh, var nær við at vinna skotska meistaraheitið farna kappingarár.