50 ferða­manna­skip vitja í Havn í ár

Ferðamannaskipavertíðin í Havn er farin at halla. Viking Mira, sum hevur vitjað í dag, er vitjan nummar 43 í ár. Sjey vitjanir eru eftir, og sostatt verður samlaða talið 50 í ár, um eingi fleiri avboð koma.

Tað fyrsta ferðamannaskipið í ár, Ocean Explorer, kom á Havnina 5. mai. Síðani hava ferðamannaskip verið ein vanlig sjón í høvuðsstaðnum, og serliga í juli og august hava vitjanirnar verið nógvar.

 

Sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar havn eru 42 ferðamannaskipavitjanir avgreiddar fram til og við 24. august. Viking Mira, sum kom klokkan átta í morgun og fór avstað aftur nú klokkan 18, er sostatt vitjan nummar 43.

 

Sjey vitjanir eru eftir á skránni. Tann seinasta verður hjá Spitsbergen, sum kemur 29. september og fer avstað aftur 30. september.

 

Um allar tær ætlaðu vitjanirnar verða avgreiddar, endar árið sostatt við 50 ferðamannaskipavitjanum í Havn.

 

Hesi ferðamannaskip hava vitjað Havnina í 2026

 

##med2##

 

 

 

Serliga 23. september verður aftur ein dagur við fleiri ferðamannaskipum í Havn, tá bæði World Navigator og World Voyager eru á skránni sama dag.

 

Kelda: Tórshavnar havn.