Ársins bilur í Evropa 2022

Nýggi elbilurin Kia EV6 er kosin ársins bilur í Evropa 2022. Bilurin er sera kvikur og koyrir upp til 528 kilometrar við einari løðing.

 

- Kia EV6 er nógv eftirspurdur, og hetta er ein bilur, sum vit vænta okkum nógv av. Øll eru vælkomin at royna bilin, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sum umboðar Kia í Føroyum.  

Í grundgevingum verður m.a. sagt, at EV6 koyrir sera langt við einari løðing. Bilurin er rúmligur við flottari kabinu, og koyriupplivingin er nakað heilt serligt.

 

Hóast Kia hevur fleiri elbilar í síni vøruskrá, er EV6 tann fyrsti, sum er gjørdur frá botni av sum elbilur. Hann er bygdur yvir nýggja plattformin “Electric-Global Modular Platform”.

 

Designið er eisini heilt øðrvísi, har eitt nú lyktirnar eru ein partur av sjálvum designinum.

 

Kabinan er flott og gjørd úr lekrum tilfari. Her er rúmligt og gott beinpláss við øll fimm sitiplássini. Bilførarin situr væl við flottum digitalum instrumentborði framman fyri sær, har alt er einfalt og lætt at lesa av.

 

##med2##

 

Í kabinuni eru tveir skíggjar, har annar hevur eitt nú navigatión og bakkikamera. 

 

EV6 er sera lættur at koyra og lættur at koma runt við, bæði í býarkoyring og á landsvegnum. Eitt, sum eisini sermerkir EV6, er, at hann er væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini inn í bilinum.

 

Eins og flestu aðrir elbilar, hevur hesin battaríið í botninum. Hetta er við til at geva bilinum góðar og stabilar koyrieginleikar. 

 

Kia EV6 er ein rættiliga stórur bilur. Hann er 4,68 metrar langur, 1, 88 metrar breiður og 1, 55 metrar høgur. Viðførisrúmið er 520 litrar, og við baksetrunum niðri er vørurúmið heilar 1300 litrar.

 

Harumframt hevur bilurin eitt lítið rúm undir hjálminum framman.

 

##med3##

 

EV6 er sera kvikur og koyrir upp til 528 kilometrar við einari løðing.

 

- Kia EV6 er nógv eftirspurdur, og hetta er ein bilur, sum vit vænta okkum nógv av. Øll eru vælkomin at royna bilin, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sum umboðar Kia í Føroyum.  

 

##med4##

 

- Kia EV6 er nógv eftirspurdur, og hetta er ein bilur, sum vit vænta okkum nógv av. Øll eru vælkomin at royna bilin, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sum umboðar Kia í Føroyum.