Sáttmáli er nú gjørdur við Articon um at umvæla íbúðarblokkarnar undir Gráasteini.
Talan var um sanna byggigølu undir Gráasteini, har Føroya Banki, sum fíggjaði byggiætlanina, at enda valdi at hækka prísin hjá keyparunum, samstundis sum aktiviteturin varð fluttur yvir í nýtt smápartafelag, sum verður stjórnað av Christiani Andreasen, sakførara.
Nú hevur Sp/f Íbúðir undir Gráasteini, sent út tíðindaskriv, har tey staðfesta, at sáttmáli er gjørdur við Articon um umvælingararbeiðið.
Umvælingararbeiðið fevnir millum annað um klæðing av øllum blokkunum og aðrar ábøtur. Byggiharrin hevur tikið avgerð um at gera allar íbúðirnar lidnar undir einum og roknar við, at samlaða íbúðarbyggingin er liðug í november 2010.
Samlaða verkætlanin fevnir um tilsamans átta íbúðarblokkar við tilsamans 96 íbúðum. Fólk eru flutt inn í tann eina íbúðarblokkin. Restina av íbúðunum verða lýstar til sølu, so hvørt sum íbúðarblokkarnir eru liðugt bygdir.