Ása Briet stórtrívist innan mótaheimin í París

Ása Briet Brattaberg Ingólfsdóttir er íslendsk, men mamman er føroysk. Hálvføroyska Ása Briet er við at koma sær fram innan mótaheimin í París, har hon m.a. hevur starvast í mótahúsinum hjá Chanel.

Ása Briet úr Íslandi er hálvføroysk. Hon hevur mammu úr Vági, og Ása hevur verið nógv í Føroyum.

 

Í summar hevur hon saman við familjuni aftur vitjað í Føroyum,og hevur millum annað hugnað sær á ólavsøku.

 

28 ára gamla Ása Briet hevur, hóast sín unga aldur, nógvar spennandi lívsroyndir at vísa á, tá tað kemur til sniðgeving og serstaka mótaheimin, tí hon hevur roynt seg í bæði London, París og aðrastaðni.

 

Í Sosislinum, sum liggur á handilshillunum í hesum døgum, er longri samrøða við Ásu Briet. Eisini ber til at lesa Sosialin á netinum.

 

Í blaðnum greiðir Ása Briet frá spennandi lívsleiðini innan mótaheimin, ið hevur ført hana til stóru mótahúsini og skúlarnar í París, London og Berlin.

 

Til ber at kunna seg nærri her:

 

https://asabrietbratta.com/

 

https://www.instagram.com/asabrietbratta/ 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##