Hóast bæði ófullfíggjað og avmarkað, so staðfestir frágreiðing hjá advokatinum Eyðfinni Jacobsen, at nevndin fyri Eik Grunnin hevur ikki hildið roknskaparreglurnar, hevur handlað móti viðtøkunum fyri grunnin og veitt tilsøgn um fleiri sera ivasom útlán. Hetta fór fram, uttan at føroyska grunnaeftirlitið, Skráseting Føroya, gjørdi nakað sum helst.
Herfyri lat Skráseting Føroya fútanum niðurstøðurnar í kanningini. Men haðani kom kanningin retur við tí grundgeving, at málið er fyrnað. Hóast Skrásetingin hevur rætt til at kæra fyrningina, so verður tað ikki gjørt. Tað váttaði Jógvan Thomsen í Sosialinum 24. apríl.
Sum landið liggur í løtuni ber tí til at siga, at almennu Føroyar eru við at leggja lok á føroyska partin av gøluni í gamla Eik.
Støðan vekir undran hjá Jørn Astrup Hansen, sum hevur hug at minna føroyingar á sína egnu samtíðarsøgu.
- Tann fíggjarliga sera sterki sjálvsognarstovnurin Føroya Sparikassi varð gjørdur um til eitt partafelag í 2002, og harfrá tók tað bara átta ár, til alt varð burtur. Alt hetta fór fram, meðan føroyska samfelagið hevði eftirlitið við grunninum, sum átti og stýrdi øllum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eftir hansara tykki hevði eitt væl virkandi grunnaeftirlit givið eina greiða mynd av støðuni í Eik.
- Tað sigi eg, tí gjøgnum Eik Grunnin var møguligt at fáa kvalifiserað innlit í trupulleikarnar í bankanum. Men hinvegin var munandi verri hjá eftirlitinum at fáa innlit í trupulleikarnar í grunninum gjøgnum bankan.
Jørn Astrup Hansen var stóri í Føroya Banka frá 1993 til 2005, frá 2006 til 2008 var hann formaður í Búskaparráðnum, og eftir skrædlið í Eik setti Finansiel Stabilitet Jørn Astrup Hansen at rudda upp í bankanum. Hann var stjóri frá á heysti 2010 til Súni Schwartz Jacobsen tók yvir á vári 2011. Jørn Astrup Hansen situr framvegis í nevndini fyri Eik Banka, umboðandi Finansiel Stabilitet.
Hann hevur í fleiri umførum úttalað seg um, at tað var skeivt av Eik Banka at fara á keypsskálan, havandi í huga bygnaðin við Eik Grunninum, sum átti bankan. Astrup hevur í áravís ávarað móti slíkum samansetingum, ið eftir hansara tykki eru óhepnar.
- Tað er ein trupulleiki, at bankin sambært lóg má roknast at kunna stýra grunninum, ið sum høvuðspartaeigari má roknast at kunna stýra bankanum. Hetta er ein undarligur logikkur. Og í praksis hevur samansetingin alt ov ofta havt við sær, at bankin hevur flutt partar av sínum virksemi, oftast teir mest ivasomu partarnar, upp í grunnin. Á henda hátt er tað eydnast at leggja partar av virksemi bankans uttan fyri roknskapin, uttan fyri lógarverkið um ”finansiel virksomhed” og uttan fyri arbeiðsøkið hjá Fíggjareftirlitinum. Tað er næstan óskiljandi, at nakar kann samtykkja eina so tápuliga lóggávu, sigur Jørn Astrup Hansen og sipar til lógarverkið frá 1988, sum gav gomlu sparikassunum loyvi at skipa sítt virksemi við einum grunni, ið kom at eiga ein banka.
- Gongdin síðani lógarbroytingina í 1988 talar fyri seg. Í somáta er Føroya Sparikassi einki eindømi, sigur Jørn Astrup Hansen og vísir á, at av teimum 18 sparikassunum, sum valdu at broyta seg til partafelag, eru bara fýra eftir á lívi í dag. Restin eru farnir fallit, ella hava verið noyddir at selja seg sjálvar til onkran, ið kundi bjarga teimum undan húsagangi.
Ruskspannin
Sambært avmarkaðu frágreiðingini hjá advokatinum Eyðfinni Jacobsen fór nevndin fyri gamla Eik Grunnin rættuliga langt út um sínar heimildir, uttan at nakar rópaði varskó og fekk steðgað hesi vána umsiting av virðunum hjá gamla sparikassanum.
- Tað er mín fatan, at leiðslan í bankanum skilti grunnin sum eitt amboð, ið skuldi tæna endamálinum við bankanum. Kanska leiðslan hevur verið í góðari trúgv. Ferðslan millum bankan og grunnin var tó vælkend. Grunnurin lat á hvørjum ári myndugleikunum eina ársfrágreiðing, og eg haldi meg eisini minnast, at fleiri av flytingunum millum bankan og grunnin vórðu umrøddar í fjølmiðlunum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Advokatfrágreiðingin vísir á fleiri sera ivasamar avgerðir hjá nevndini í Eik Grunninum. Eitt dømi um dispositión hjá nevndini fyri Eik Grunnin er tilsøgn um at læna tveimum íslendskum kundum tilsamans 100 milliónir evrur, svarandi til umleið 750 milliónir krónur, ið skuldu brúkast til at keypa partabrøv í Kaupthing. Tilsøgnin varð samtykt á nevndarfundi í Eik Grunninum 26. mai 2008.
- Frágreiðingin sigur einki um, hvørt flytingin nú eisini varð gjøgnumførd. Var hon tað, so hevði hon heilt givið verið ólóglig. Her má væl roknast við, at grunnurin førdi seg fram vegna bankan. Ov seint skuldi tað vísa seg, at grunnurin eisini førdi seg fram fyri bankans váða. Men sambært lóg um ”finansiel virksomhed” kundi bankin ikki átaka sær ein váða á 100 milliónir evrur uppá Kaupthing Bank, staðfestir Jørn Astrup Hansen.
Dømini í advokatfrágreiðingini hjá Eyðfinni Jacobsen eru fleiri. Sambært frágreiðingini samtykti nevndin fyri Eik Grunnin at keypa tvey lán, sum Eik Banki hevði veitt íslendskum kundum. Talan var um lán á 30 milliónir krónur til felagið Kista og 25 milliónir til felagið Exista. Hesi lán samtykti nevndin fyri Eik Grunnin at keypa frá Eik Banka, so seint sum 18. november 2008.
- Tað kann illa tulkast øðrvísi enn at grunnurin her royndi at sleppa bankanum undan einum tapi. Exista var høvuðspartaeigari í Kaupthing Bank, og virðini hjá Kista vóru sett í partabrøv í Exista. Lánini umboðaðu tí eina konsentreraða risiko uppá Kaupthing Banka, sum jú var farin konkurs 8. oktober 2008, vísir Jørn Astrup Hansen á.
Eftirlitið
Eik Grunnurin hevði ongan stjóra ella beinleiðis leiðslu. Nevndin fyri Eik Grunnin, sum var tann sama sum fyri Eik Banka, hevði í staðin eina umsitingaravtalu við Eik Banka, sum skuldi umsita grunnin sambært galdandi reglum og lóggávu. Ein óheppin samanseting, sambært Jørn Astrup Hansen:
- Ja, tað er ein trupulleiki, tá bankin og grunnurin hava somu nevnd. Lutfallið millum grunn og banka er tá uttan tað, ið vanliga verður nevnt ”checks and balances.” Hevði grunnurin havt sína egnu nevnd, so kundi man fyri sovítt latið bankan umsita grunnin. Men ein nevnd, ið var óheft av bankanum, hevði neyvan góðtikið at grunnurin í november 2008 yvirtók lánini, sum bankin hevði veitt Exista og Kista, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eik Grunnurin hevur verið undir føroyskum eftirliti øll árini. Jørn Astrup Hansen vil tó ikki taka støðu til, júst nær og hvar føroyska grunnaeftirlitið átti at havt lagt uppí:
- Nei, eg vil ikki taka støðu til, nær grunnaeftirlitið átti at havt lagt uppí. Eg kenni ov lítið til lógarverkið kring grunnarnar til at kunna úttala meg neyvt um tann spurningin. Men tað stendur greitt, at tær dispositiónir hjá grunninum, ið vit longu hava umrøtt og sum vórðu gjørdar 2-3 ár áðrenn bankin fór á heysin, eru greið tekin um, at alt fór ikki rætt fram, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eyðfinnur Jacobsen staðfestir í síni frágreiðing fleiri ferðir, at nevndin fyri Eik Grunnin sæst ikki at hava fingið loyvi frá Skráseting Føroya til at veita tey ítøkiligu lán, ið eru umrødd í frágreiðingini.
Tað reisir spurningin, hvussu aktivt eitt grunnaeftirlit eigur at vera.
- Tað er uppgávan hjá nevndini fyri grunnin at søkja myndugleikarnar um loyvi, um ein ítøkilig dispositión kann metast at vera uttan fyri heimildirnar fyri grunnin. Ivaleyst má man ganga út frá, at myndugleikarnir kunnu røkja sína eftirlitisskyldu við at hyggja eftir, um tað virksemi, ið verður lýst í ársfrágreiðingini fyri grunnin, eisini liggur innan fyri viðtøkurnar fyri grunnin, sigur Jørn Astrup Hansen.
Frágreiðingin staðfestir somuleiðis, at ásetingar í roknskaparreglunum eru ikki hildnar. Til dømis er virðið á partabrøvunum hjá grunninum í Eik Banka skeivt ásett. Partabrøvini eru mett út frá ”innara virðinum”, heldur enn søluvirðinum. Og eisini eftirlýsir frágreiðingin, at grunnurin ikki gjørdi konsernroknskap, ið eisini umfataði Eik Banka. Jørn Astrup Hansen hevur ikki somu fatan av støðuni:
- Avgerandi er væl, at nevndin upplýsir í roknskapinum, hvussu partabrøvini í Eik Banka eru virðissett. Og viðvíkjandi konsernroknskapinum hevði tað eftir mínum tykki verið meira relevant, um bankin hevði tikið grunnin við í sín konsernroknskap. Tí reelt var tað jú bankin, sum stýrdi grunninum, og ikki umvent. Hevði man styrkt roknskapirnar, soleiðis at roknskapirnir hjá bankanum og grunnunum vórðu settir upp saman við einum konsernroknskapi fyri bankan, so hevði tað langt frammanundan verið avdúkað, at Eik var á samanstoytskós við lógina um finansiel virksomhed. Bankin hevði tá ikki havt møguleika at brúka grunnin sum ruskspann, soleiðis sum tað nú endaði, sigur Jørn Astrup Hansen.
Drálið
Meðan danska fíggjareftirlitið og Finansiel Stabilitet hava sett í verk umfatandi kanningar í kjalarvørrinum av húsaganginum hjá Eik Banka, og har ovasta leiðslan er drigin í rættin, so hevur gingið øðrvísi við føroyska partinum av skrællinum í Eik. Grunnaeftirlitið er, sum fleiri ferðir nevnt, eitt føroyskt málsøki.
Advokaturin Eyðfinnur Jacobsen hevur síðani síðst í 2011 kannað Eik Grunnin, eftir umbøn frá føroyska grunnaeftirlitinum, sum er Skráseting Føroya. Í fyrstu atløgu játtaði løgtingið 300.000 krónur til kanningina. Síðani gekk rúm tíð við at diskutera, at henda upphæddin var ov lítil, og eitt lítið ár seinni játtaði tingið 300.000 krónur afturat. Advokaturin metti kanningararbeiðið at kosta 1,5 millión, hann hevur í fleiri umførum eftirlýst fleiri pengar, og ger í síni frágreiðing til Skrásetingina fleiri ferðir varug við, at pengar vóru ikki til at kanna ymisk viðurskifti, ið áttu at verið kannað nærri. Við Sosialin 24. apríl, segði Jógvan Thomsen, stjóri á Skrásetingini, at hann hevur onga meining um, hvørt kanningararbeiðið skal halda fram:
- Mítt sjónarmið er sum so ikki so áhugavert. Vit hava ikki fingið játtan til meira, og so kunnu vit ikki gera meira, segði Jógvan Thomsen, sum ikki vildi siga sína meining um, hvørt kanningin er nøktandi.
Í somu samrøðu váttar Jógvan Thomsen, at Skrásetingin fer ikki at kæra avgerðina hjá fútanum um, at málið um dispositiónirnar hjá nevndini fyri gamla Eik Grunnin er fyrnað. Tí verður ikki farið í rættin við nevndarlimunum í grunninum.
Gongdin, soleiðis sum føroyska samfelagið hevur valt at rudda upp eftir skrædlið í Eik, vekir undran hjá Jørn Astrup Hansen.
- Tað undrar meg, at eitt heilt ár gongur, frá grunnurin fer á heysin, til myndugleikarnir taka avgerð um at kanna viðurskiftini. Tað undrar meg, at man tvey ár seinni ikki var komin víðari. Og so undrar tað meg eisini, at tað skal kosta 1,5 millión krónur at granska eitt avmarkað tal av transaktiónum, sum sambært tí, ið vit higartil hava fingið upplýst, eru at meta sum rímuliga ”triviellar,” sigur Jørn Astrup Hansen.
Sjálvrannsakan
Hóast løgmaður í kjalarvørrinum á skrædlinum hjá Eik segði, at ”hvør steinur skuldi vendast,” so tykist føroyska uppruddingararbeiðið at vera av. Skráseting Føroya ger ikki meira við málið, fyrningin verður ikki kærd, og politiska skipanin er passiv.
Tað er óheppið, metir Jørn Astrup Hansen, sum enn einaferð minnir føroyska samfelagið á sína samtíðarsøgu:
- Føroyar yvirtóku eftirlitið við vinnurekandi grunnum fyrst í nítiárunum. Síðani tá hevur man, frá tíð til aðra, fjeppast uppi í tankanum um eisini at gera eftirlitið við bankunum til føroyskt málsøki. Eg má minna á, at tað tók bara átta ár, frá tí at sera sterki Føroya Sparikassi varð gjørdur um til eitt partafelag, til alt var burtur. Alt fór fram, meðan føroysku myndugleikarnir høvdu eftirlitið við grunninum, sum átti og stýrdi øllum. Eg rokni við at tær røddir, ið tosa fyri at gera eftirlitið við bankunum til føroyskt málsøki, eru tagnaðar fyri eina stund, sigur Jørn Astrup Hansen og heldur fram:
- Eftir mínum tykki hevði tað verið sunt fyri føroyska samfelagið, um skrædlið hjá Eik Banka og Eik Grunninum hevði ført við sær eitt sindur meira av sjálvrannsakan í føroyska samfelagnum. Hesaferð var skrædlið ikki bara eitt danskt málsøki.