Astrup er ikki tikin á bóli

Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, er ikki bilsin, nú Tryggingarfelagið er farið undir at veita bilfíggingar. Hann vísir á, at fleiri bjóða bilfíggingar, og um tað er ein fleiri, broytir ikki gerandisdagin almikið

 

Fígging


? Det kommer ikke bag på mig, sigur Jørn Astrup Hansen, um at Tryggingarfelagið Føroyar er komið inn á fíggingarøkið hjá bankanum. Tað var tískil væntandi, at Tryggingarfelagið fór at svara aftur, nú bankin saman við Trygd er farin at veita tryggingar.

Astrup sigur, at frammanundan eru so nógv, ið veita bilfíggingar, og tí er hetta eingin kollvelting.

Stjórin sigur, at Føroya Banki ikki hevur nakað aftursvar til nýggja átakið beinanvegin, tí tey hava ikki hoyrt um hetta fyrr enn nú.

? Marknaðurin er nógv merktur av kapping, har nógvir útbjóðarar eru, men hetta ræðir okkum ikki nakað serligt.