Astrup ger ikki mun á skattarætti og roknskaparrætti

Skal mann úttala seg um eitt skattamál, er neyðugt at koma við skattligum grundgevingum, og tað ger Astrup ikki, sigur Símun Absalonsen.

 

Málið um skattafrádráttin hjá Eik liggur nú hjá fútanum, men tað steðgar ikki kjakinum um málið.

 

Í farna mánað skrivaði Símun Absalonsen, grannskoðari, eina tíðargein um málið. Hann kallar tað fyri sína persónligu fakligu meting av málinum og serliga leiklutin hjá Kringvarpi Føroya í dekninginum av málinum.

 

Fyrst í hesum mánaðin svarar Jørn Astrup Hansen honum aftur, og nú svarar Símun Absalonsen aftur. Hann kallar svarið hjá fyrrverandi bankastjóranum fyri grugg og mjørkatos.

- Jørn Astrup vísir til føroysku partafelagslógina og roknskaparreglur fyri bankar, og alt gott um tað,  men hann vísir ikki til nakra rættarkeldu á skattaøkinum, hvørki lógir, kunngerðir, rundskriv ella líknandi.  Og av tí at hetta er eitt skattamál, eru tað júst skattareglur, ið eru viðkomandi í hesum máli, skrivar Símun Absalonsen.

 

Atfinningarnar hjá Símuni Absalonsen eru, at Jørn Astrup Hansen ikki skilir millum roknskaparrætt og skattarætt.

- Jørn Astrup tykist ikki at skilja, at roknskaparrættur og skattarættur eru ymiskir lógarkarmar, sum byggja á ymiska løgspeki, venda sær til ymiskar áhugabólkar, og har samfelagsligu endamálini við lógarsmíði eru ymisk. Júst tí kunnu týðandi frávik vera ímillum skattaroknskap og roknskap, skrivar Sìmun Absalonsen.

 

Grannskoðarin vísir eisini á, at bæði tey fremstu grannskoðaravirkini í Danmark, Deloitte og PWC, bæði meta, at Eik banki, nú Betri, hevði rætt til hendan frádráttin.

- At Eik slepti skattamálinum og góðtók eitt good-will uppá 0, var ein dáragerð av teimum heilt stóru. Eitt klokkureint sjálvmál - tað ásannar bankin í dag. Men tað er ikki revsivert at bera seg býtt at, skrivar hann.

 

- Ein stórur partur av Føroya fólki hevur kortini ikki innlit skattamálið, og hví skulu tey tíma at seta seg inn í tað? Men við tí pondus sum Jørn Astrup hevur, fara tað altíð at vera tey her á landi, sum góðtaka hansara sjónarmið, bert tí Astrup sigur tað. Men skal mann úttala seg um eitt skattamál, er neyðugt at koma við skattligum grundgevingum, og tað ger Astrup ikki, skrivar Símun Absalonsen.

 

Les svarið hjá Símuni Absalonsen her.