Tað fekk nógva umrøðu, tá ið Símun Absalonsen tann 4. oktober í ár skrivaði tíðargrein í Sosialinum um Skattamálið við yvirskriftini "Karaktermorð fyri almennar liscenspengar?". Í greinini finnst Símun Absalonsen at bæði Sosialinum og Kringvarpinum fyri at hava misskilt málið og fyri at hava hildið ávísum hugsanum burtur úr tíðindaflutninginum.
Les eisini tíðargrein hjá Símun Absalonsen við at trýsta her
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin í handlarnar nú, svarar Jørn Astrup Hansen, fyrrvernadi stjóri í Eik Banka aftur. Jørn Astrup Hansen vísir á, at hann svarar aftur sum fyrrverandi stjóri í tí tíðarskeiðnum, tá ið kjarnan í skattamálinum fór fram.
Jørn Astrup Hansen skrivar millum annað, at tapið (undirbalansan) í gamla bankanum var umfatað av óavmarkaða statsgarantinum tann 30. september í 2010.
- Vegna statin dekkaði Fíggjarligt Støðufesti tapið í gamla bankanum. Eik Banki hevði tryggjað sínar innlánskundar móti tapið við einum garantiið, sum varð teknað í 2008 í einum donskum "tryggingarfelagið" (Fíggjarligt Støðufesti A/S). Sjálvandi hevur tapið ikki nakað at gera í einari sjálvuppgávu, sum er latin føroysku skattamyndugleikunum, skrivar Jørn Astrup Hansen.
- Tað er trupult at skilja, hvat - ella hvør - hevur fingið Absalonsen (Símun Absalonsen, grannskoðara, red) at halda, at nýggi bankin yvirtók undirbalansuna (og tapið) í gamla bankanum. Tað vildi verið í stríð við bæði føroysku vinnufelagslógina og rokniskaparkunngerðina hjá Fíggjareftirlitinum, sum ger av, at opningsbalansan skal gerast upp í dagsvirði. Á byrjunardegnum. Eik hevur ikki havt nakað tap á 514 milliónir í sambandi við yvirtøkuna av gamla bankanum, sigur Jørn Astrup Hansen og vísir á, at bankin ikki rindaði hasar áleið 500 milliónirnar fyri goodwill.
- Bankin rindaði ikki fyri goodwill. Also kann bankin heldur ikki fremja skattligar avskrivingar upp á goodwill. Tað er einki tap at trekkja frá í skattligu inntøkuni. Tað er einki goodwill at avskriva, skrivar Jørn Astrup Hansen.
Trýst á leinkjuna her og les alla tíðargreinina hjá Jørn Astrup Hansen