At eta grind:Almennir stovnar eiga at ganga á odda

eiga at fylgja almennu kosttilmælingunum

Samanumtikið heldur Richa Beinta Richardsdóttir, køksleiðari á Boðanesheiminum, at almennir stovnar, so sum bústovnar, barnagarðar og sjúkrahús, eiga at fylgja almennu kosttilmælingunum, og soleiðis ganga undan sum góðar fyrimyndir, og ikki geva búfólki meir grind og spik enn tilmælt verður. Tó, so fær búfólkið á Boðanesheiminum grind og spik av og á, tí tað er munur á at gera mat til eldri, ung ella børn, heldur hon.

 

 

- Á Boðanesheiminum búgva eldri fólk, sum ikki eru í barnførum aldri og teimum dámar væl, at fáa eitt kók og hava eisini etið grind og spik alt lívið, sigur hon og leggur afturat, at hon ikki hevði borðreitt við grind arbeiddi hon í barnagarði.

 

 

- Tað hevði verið synd í búfólkunum, um heimið fekk grind og tey onki fingu av tí. Samanumtikið skal man fylgja tilmælingunum, men hava í huga, hvønn bólk av fóki talan er um.

 

 

Sjálv lurtar hon eftir tilmælingunum og borðreiðir bert grind og spik fyri búfólkunum eina ferð um mánaðin. Hon velur at fylgja tilmælingunum, bæði tí hon heldur, at almennir stovar eiga at ganga undan, og eisini tí tilmælingarnar ikki eru ógrundaðar, men bygdar á nágreiniliga gransking, kanningar og dokumentatión. 

 

 

Tó verður ikki borðreitt við grind í tíð og ótíð á Boðanesheiminum, men døgurðin verður skrivaðu á matarætlanina, og búfólkið fær bert grind og spik eina ferð um mánaðin. Hetta tí, at tað í kosttilmæli frá Heilsuligu Starvsstovuni stendur, at vaksin fólk eiga í mesta lagi at eta ein døgurða av tvøsti og spiki um mánaðin.

 

 

Tað hevur tó verið longri enn ein mánðni millum grindabitarnar á Boðanesheiminum seinastu árini, tí stovnurin ikki hevur átt grind. Í summar hevur grind tó aftur verið á matarskránni, og tá tey eldru, sum búgva á heiminum tá fingu grind, vórðu tey ómetaliga væl nøgd, og tey ótu eisini nógv av tí, greiðir hon frá.

 

 

- Tey elskaðu tað, og njótilsi telur eisini nógv, tá vit taka slíkar avgerðir, sigur hon.

 

 

Tað er ikki komið fyri á Boðanesheiminum, at eitt búfólk ikki ynskir at eta grind, tá tað stendur teimum í boði, men Richa Richardsdóttir greiðir frá, at tað hevur hon roynt á einum øðrum heimi, hon arbeiddi á.

 

 

- Eg gangi út frá, at hevur onkur tann hugburðin, so lata tey boð til køkin, og so fáa tey okkurt annað at eta tann dagin, sigur hon.

 

 

Vit varpa ljás á grind sum kost á temasíðunum í Sosialinum hetta vikuskifti, og har ber til at lesa meir um evnið. Sosialurin er at fáa í sølubúðunum kring alt landið og talgiltur her