Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Jóhannus Danielsen, fyrrverandi borgarstóri í Nes kommunu, og Sámal Ravnsfjall syngur.
Runavíkar kommuna skrivar, at talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak. Burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.











