Hetta veit AFP-tíðindastovan at siga, og AFP endurgevur sýrisku tíðindastovuna, Sana.
- Herstøðin Hmeimim og herflotastøðin Tartus, sum Russland hevur havt í Sýria, skulu gerast um til felags miðstøð fyri "venjig og kapasitetsbygging".
Soleiðis verður sagt í sýriska uttanríkisráðnum.
Russar brúktu herstøðirnar til eitt nú at veita sýrisku Assad-stjórnini hernaðarliga hjálp undir borgarakrígnum í landinum.
Assad-stjórnin, sum hevði sitið við valdinum í mong ár, fall í desember í 2024, tá forsetin og einaræðisharrin, Bashar al-Assad, varð rikin frá valdinum.
Síðan tá hava russisku myndugleikarnir roynt at byggja uppaftur eitt gott samband við nýggju islamisku stjórnina í Sýria.
Maðurin, sum tók við eftir Bashar al-Assad, er Ahmed al-Shara, sum á myndini omanfyri hittir russiska forsetan, Vladimir Putin.











