Tvey bronsu heiðursmerki til føroyska skjóting

Um vikuskifti hevur norðurlandameistara kapping í skjóting verði í Estlandi.

Eftir at finalurnar eru avgreiddar, kunnu vit errin staðfesta, at Bartal Klettheyggj er 3. besti unglingur, og at Alex Johannesen er 3. besti vaksni íðkari, í OL trap í Norðanlondum í løtuni.

 

Unglinga finalan bleiv merkt av nógvum órógv, og útgerð sum argaði, men hóast hetta megnaði Bartal Klettheyggj at halda høvdið kalt, og fáa eitt flott triðapláss, hóast hann áðrenn finaluna varð á einum fjórða plássi.

 

Innleiðandi til vaksnamanna finaluna, varð Alex Johannesen javnur við ein íðkara úr Svøríki um at fáa finalupláss, so hesir báðir skuldu í umskjóting. Umskjótingin varð sera spennandi, men tað endaði við at Alex dró langra stráið, og megnaði at vinna finalupláss. Í finaluni megnaði Alex at fáa eitt flott triðapláss, hóast hann byrjaði sum nummar 8 í finaluni.

 

Aftrat Alex og Bartal, luttókku Johnhard Klettheyggj, Jógvan Egholm og Herleif Hammer, men hesir vóru ov stuttir at fáa finalupláss. Esmar Joensen formaður í Skjótisamband Føroya, varð eisini við sum umboð fyri føroyska skjóting.

 

##med2##