Hvat hevði føroyingurin ikki sagt, hevði onkur ørvitisfiskur funnið uppá at smoygt seg í eina t-skjúrtu avmyndandi ein kynsøsandi Adolf Hitler? Mytan um Che Guevara er tølandi og uppgjørd. Tað er ein søga um ein argentinskan ríkmannadrong, sum var so skakaður av fátækradømi, at hann varð ein Robin Hood soleiðis sum hann bardist undir liðini á teim fátæku, inntil CIA um síðir myrdi hann. Veruleikin um Che Guevara er ein heilt annar. Sannroyndirnar vísa, at hann var ein grimm dreparamaskina við einum farra av olmussu; ein maður, sum opinskáraður ynskti, at harðræðisstýrið hjá Mao skuldi noyðast upp á restina av heiminum. Ja, tá ið kubanska missilkreppan leikaði harðast á, bað og bønaði hann Sovjetsamveldið um at sleppa kjarnorkubumbu á súreplabýin og soleiðis orsaka verðsins enda. Tað er rætt, at søgan um Che byrjar við einari motorsúkkluferð tvørvegis Suðurameriku. Gjógvin millum hasa listafínu evropeisku mentanina, hann kom frá, og gorhungrandi ólukkuna, hann kom til, kom óvart á hann. Og sum ein annar Messias var hann av røttum í uppisetri við orðum av amerikanska óvananum at sorla lokal landsstýri og innlima einræðisharrar, ið ætlandi skuldu kisuvaska amerikanskar fyritøkur. Men aftaná lokna ferð kom hann til ta niðurstøðu, at har bert var ein loysn: áleggingin av myndugleikatrúgvandi kommunismu! Che Guevara valdi ikki at síggja, at henda skipanin, hvar enn hon er roynd, ger fólk uppaftur fátækari og førir við sær hungursneyð og ræðslu. Sjálvur segði Che, at tað gekk galið hjá Sovjetsamveldinum, nei, ikki tá ið Lenin bygdi ein løgreglustát og fór undir at slakta øðrvísi hugsandi, men tá ið Lenin—mitt í hópsvøltinum voldaður av hansara politikki—gjørdi av at hopa undan og kortini loyva nøkrum fáaum marknaðum inngongu. Hetta var, sambært ikoninum hjá einum fyrrverandi mentamálaráðharra, núverandi kapitalisti og komandi gudfrøðingi, “ein svikagerð”! Tað vóru einans tvey lond, Che veruliga prísaði: maoistiska Kina og Norðurkorea hjá Kim Il sung. Hann breggjaði, at har var ikki nøkur ósemja ella nakar ójavni í Norðurkorea, eins væl og tað ikki var nakar munur á Maosa og hansara heimsáskoðan. Í livandi lívi lýsti hann formann Mao sum dømið “alt Amerika má fylgja”. Meðan Che druknaði í kenslum soleiðis sum hann í Peking við eldhuga tosaði um sína prísan av Mao, var ein epidemi av mammum nakrar fáar kilmetrar haðani, og tvørturígjøgnum kinesisku landslutirnar, ið kutaði holdið innanlærs fyri at kunna metta sínum hungrandi børnum. Hetta, at skera av sær sjálvum, var so vanligt, at kinesiski kommunistaflokkurin setti gongd á eitt átak at banna gerðini. Óreingiligi einræðisharrin myrdi 70 milliónir fólk, tá ið samanum kom; hvørt morð fagnað av hansara mentaða geriljavini úr Suðuramerika. Sjálvandi, Chesa umberarar bera seg at eins og hetta var tað einasta valið, suðuramerikumonnum stóð í boði: at tú kundi antin vera fyri amerikanskt álagdari marknaðarfundamentalismu, ella fyri maoistiskari kommunismu. Men tær nýtist ikki at neyvkanna lívið hjá Che fyri at síggja, at hetta er ein steyrrøtt lygn. Hansara dagbøkur vísa, at hann gjørdist alsamt meira forfardur sum hann varnaðist, at nærum øll í nánd av honum ikki stuðlaðu síni maoistisku visjón, ið miðar ímóti at stjórna flestum tættum mannalívsins. Fyrsta konan, Hilda Gadea, var til dømis sosialdemokratur. Hon vildi reka einræðisharrarnar av stellingini at verða avloystir av eini hóvligari stjórn við blandingsbúskapi. Che fekk berserksgang, hevði hana fyri gjøldur og setti hana í gapistokk sum “bourgeois” áðrenn hann fór frá henni og barninum. Vanligi kubanin, sum hann endaði at berjast við á Sierra Maestre, vildi eisini hava blandingsbúskap við regluligum vali. Við andstygd skrivaði hann í dagbókina: “Eg avdúkaði eitt týðiligt antikommunistiskt lyndi hjá flestum teirra.” Tá ið Che og Fidelsa geriljaherur—hvørs dagdvølja er at lata samkynd verða skumpað av onkrum høgum bergi—tóku valdið í Kuba, fekk hann alt fyri eitt ábyrgd av avrættingarliðnum. Che sjálvur hevði eisini eina dagdvølju—at lumpuskjóta smádreingir við tí ætlaða úrsliti, at aðrir smádreingir, saman við vaksnum monnum við smádreingjaheilum, hildu hann vera ‘cool’. Altso, ein happari í fremsta flokki. Á Sierra Maestre hevði hann staðið beint hjá og rullettuspælandi skotið “svíkjarar” í høvdið, sinniliga noterað hetta í dagbókina áðrenn hann av sínum eintingum førkaði seg yvir í eitt mannfólkakjak um hvørjar kvinnur “vóru verdar at mogga”. Aftaná hesa gamansferð við hinum kyninum skipaði hann fyri “rættargongu”, ið vardi nakrar fáar tímar við sær sjálvum sum einasta dómara. Ikki tær at siga endaði hvør teirra við at øðrvísi hugsandi vórðu sett upp í rað og skotin. Hansara almennu yvirlýsingar um hesi brotsverk ímóti mannaættini vóru bersøgnar. “Ókey, tað er einræði”, geylaði hann ta einu ferðina. Eina aðru ferðina goyði hann: “Tað er kriminelt at hugsa um tørvin hjá einstaklinginum.” Hetta var bert ein av mongum analfabetiskum avgerðum. Við grundgevingini “hann er ein amerikonsk innflutningsvøra”, bannaði hann jólamannin. Og tað, at skerja talið av almennum toilettum, skuldi sambært hesum lærda og kynsøsandi manni vera “kollveltingarsligt”. Ein djarvur arkitektur mutaði ímóti, “men í kollveltingum fara fólk á vesi eins oftani sum áðrenn”. Che gjørdi eitt gleps: “Ikki tann nýggi maðurin. Hann kann ofra seg.” So líðandi gjørdist Che ein ørkymlaður fanatikari; ein maður, sum ikki vildi lurta eftir skilaráðum ella øðrvísi grundgevinum. David Mitrani, ein fyrrverandi vinmaður, og sum hevði ferðast við honum á hasari gitnu motorsúkkluferðini, varð skakaður, tá ið teir báðir hittust í Havanna. Che tosaði um, at teir nú máttu—og eg endurtaki viðurkenda søgufrøðingin Andrew Sinclair—“cultivate relentless hatred of the enemy that [should] impel us over and beyond the natural limitations of man and transform us into effective, selective, violent, and cold killing machines”. Mitrani helt hann vera andstyggiligan. Slíkur ørskapur, slík fanatisma, rakk tó hæddini í oktober 1963, tá ið hann í álvara talaði fyri eini gerð, ið hevði endað alt lív á jørð. Á amerikanskari síðu hevði tú general Curtis Lemay, sum bønaði Jack Kennedy um at í stundini sleppa kjarnorkubumbu á Moskva. Á sovjetiskari síðu hevði Che Guevara sama leiklut. Hann bønaði Khrushchev um at útvega Kuba eina kjarnorkurakett, og hann so gjørdi... og heimurin var so tætt við eina kjarnorkutýning. Tað, ið eftir var av lívinum, syrgdi Che fyri at vissa øðrum um, at hevði hansara fingur verið á hasum reyða knøttinum, hevði hann trýst. Tá ið Khrushchev aftraði seg, gjørdist Che enn einaferð ørur í høvdinum um forsetans “svik”. Men um forsetin hevði fylgt Chesa ráðum, hevði tú ikki lisið hetta blað nú. Ongar av hesum sannroyndum hava verið disputeraðar av søgufrøðingum. Men hetta eru síðir, umberarnir hava syrgt fyri at blaða kvikliga ígjøgnum. Heldur hava teir valt at hildið seg til romantiskar viðmerkingar um hvussu Che umboðaði “falsloysi” og “kollvelting”. Men Che Guevara er ikki nøkur frælsisfjakkandi halgimynd vegna uppreistri. Hann var ein veruligur persónur, sum myrdi eitt ótal av veruligum fólki, sum stuðlaði eini veruligari harðræðisskipan, sum aftur myrdi milliónir av veruligum fólki. Hvussu hetta onkursvegna er nakað at lifra fyri, enntá at prísa, er heilt óskilligt. Hvat hevði vanligi føroyingurin ikki sagt, hevði onkur ørvitisfiskur funnið uppá at smoygt seg í eina t-skjúrtu avmyndandi ein kynsøsandi Adolf Hitler? Tessvegna eiga Torbjørn Jacobsen, Oddvør Johannesen og Árni Dahl—øll umberarir fyri annaðhvørt Che ella hendingum handan Jarntjaldið—so miriliga at halda gák. Tí lifrar tú fyrst fyri einum bølmenni sosum Lenin, Mao ella Stalin, enntá Castro, ella heldur tað vera í lagi at vera í t-skjúrtu avmyndandi Che Guevara, vísir tú hervið frá tær rættin at tala eitt einasta atfinnandi orð ímóti hesum ørvitisfiski av einum Adolf-fjeppara. “Men”, muta umberarnir ímóti, “eingin segði, at Che var perfektur”! Nei, so er, men tað er láturligi nobelprísvinnarin í “friði”, Al Gore, og Unn í Dali, ið sigur seg kunna tosa við Gud sum djór, heldur ikki. Men um slíkir ørvitisfiskar ikki eru “perfektir”, tá mundi Che Guevara væl vera minni “perfektur”—um tað, at avrætta eitt ótal av ósekum fólki framhaldandi skal telja fyri nakað. Míni ráð til tín er tí: fá tær eina veruliga halgimynd at prísa! Ayaan Hirsi Ali vildi verið eitt gott boð. Og í mun til hasa systematisku dreparamaskinuna er hetta islamiska svarið uppá Martin Luther við sítt fríska lív.