Flóttafólk eru veruliga komin aftur á breddan síðstu dagarnar, aftaná at flóttafólkastreymurin úr Sýria og øðrum londum nú nærkast teimum ríkaru londunum í Evropa. Í Føroyum hevur hetta eisini vakt ans, og millum manna verður nógv tosa um hvat føroyingar kunnu gera.
Ein av teimum felagsskapunum, ið í mong ár hevur gingið á odda at hjálpa har neyðin er størst er Reyði Krossur. Felagsskapurin hevur eisini ein føroyska deild og leygardagin verður skipað fyri landsinnsavning til teirra arbeiði.
Enna Garðshorn Mikkelsen er dagligi leiðari í Reyða Krossi Føroyar. Við in.fo upplýsir hon, at hóast tað hevur gingið væl at fingið innsavnarar til landsinnsavningina, so mangla enn 70 fólk í Havn.
- Fyri nøkrum vikum síðani sendu vit út eina áheitan til fólk um at stuðla landsinnsavningini. Nógv hava sett seg í samband við okkum, ið ynskja at verða innsavnarar og heilt nógv hava longu bílagt sær eina rutu at ganga. Í løtuni er alt landið uttanfyri Havnina dekkað. Vit hava ábyrgdarfólk í øllum býum og bygdum í Føroyum, ið tryggja at tað eru fólk, ið ganga við bússum.
- Í Havn hava vit tørv á 130 fólkum. Tað plagar at vera verri at fáa fólk í Havn, og onkuntíð hava vit sjálvi gingið í eini heila viku aftaná innsavningina og savna pening inn. So í ár hava vit broytt mannagongd og tosa við eini átta fólk, ið skulu virka sum ambassadørar fyri Reyða Kross í Havn og finna innsavnarar. Í løtuni hava vit 60 innsavnarar, so vit mangla enn 70 fólk í Havnini. Men enn ber til hjá fólki at tekna seg sum innsavnarar.
Sjálvt um fólk fara at ganga við bússum leygardagin, so kunnu fólk stuðla upp á ymiskar mátar.
- Tað er serliga eldra ættarliðið, ið gevur nógv. Tey eru ógvuliga, ógvuliga gávumild og nógv teirra sita heima og bíða eftir okkara innsavnarum. Yngru ættarliðini hava sjáldan pening á sær tá vit koma á gátt, men tað eru fleiri mátar, ið man kann stuðla. Til ber at flyta pening á bankakonto, fara á heimasíðuni ella at geva við at ringja á telefonnummarið 905656. Tá verða 150 krónur lagdar aftrat telefonrokningini.
Enna Garðshorn Mikkelsen dylur ikki fyri, at ógvusligu myndirnar av børnum og flóttafólkum, ið hava verið at sæð í altjóða miðlum og sosial miðlum síðstu dagarnar, hava havt sína ávirkan.
- Vit uppliva, at myndirnar fáa nøkur fólk at reagera. Men hetta er eisini ein felagsskapur, ið er sprottin út av, at fólk hava reagera. Tað at reagera liggur í okkara DNA. Tað er okkara uppruni, tí tá felagsskapurin varð stovnaður fyri 150 árum síðani, var tað tí at nøkur fólk reageraðu upp á tað, at hermenn lógu og píndist á hermótinum. Soleiðis byrjaði Reyði Krossur og seinni komu so Geneva konvensjónirnar sum eitt úrslit av hesum og øðrum hjálpararbeiði.
Næsta ár eru tað 90 ár liðin síðani, at Reyði Krossur fór undir sítt arbeiði í Føroyum. Dagligi leiðarin sigur, at arbeiðið er nógv tengt at sjálvbodnum arbeiði.
- Vit eru tað, ið fólk gera okkum til. Vit hava brúk fyri sjálvbodnum, ið kunnu hjálpa við arbeiðinum hjá felagsskapinum her í Føroyum. Vit biða ikki bara um pengar frá fólki, man kann gott hjálpa til uttan at eiga nakað.