»At senda letingan er sum roykur fyri eyguni«

Tann 20. juni helt Frits Johannesen hesa røðu á Oyrini í samband við tíggju ára fagnaðin hjá fimleikafelagnum flog í Fuglafirði

Gott fundarfólk!


Vit eru farin oman á Sand - kynt bál og síggja roykin fara, har hann vil hetta vakra hásummarkvøld. Matematikara hava roynt at gjørt eina lóg- ein frimil, til roykin, í tí hann fer upp frá. Úrslitið er blivið tað, at hetta letur seg ikki gera. Roykin kanst tú ikki temja, uttan so at tú letur hann fara gjøgnum rør og filtur, men tá ið hann sjálvur tekur seg upp frá, fer hann sína egnu leið. Hetta frælsið hevur hann. Roykurin er ein boðberi, hann hevur ríkað okkara mál, hann hevur givið skaldunum íblástur..... men hann hevur eisini verið ein bági fyri mannaættina. Hann hevur týnt og plágað kring knøttin líka frá upphavsins degi. Hann hevur leitað sær upp ígjøgnum gosop í milliónir av árum og lagt seg sum eitt teppi um líðir og dalar. Her vóru megnar gosop, ja, eisini her á klettunum vóru gosop, sum spýðu gosmyrju niður eftir fjallasíðunum og tilevnaðu hetta landið í duni, eldi, øsku og royki. Hetta hava verið øgiligir dagar... ragnarroksdagar. Men úr hesum ragnarroki - úr hesum royki, fingu vit hetta deiliga landið. Eftir hesi ragnarroksverkir legðist ein kvirra yvir líðir, dalar, firðir og sund. Roykurin fór til hvíldar og svav í túsundatal av árum. Ikki fyrr enn víkingarnir komu higar við glóð frá Noregi, sást roykur aftur stíga upp ímillum Gjógvarahamar og Húsar.

Teir kastaðu sínum akker á so hvítan sand.. og fyrstur steig .. og hvussu æt hann ella hon ella tey, sum settu fótin á land her á Oyrini? Tað vita vit ikki.Vóru tey lágvaksin ella hávaksin, vóru menninir herðabreiðir og kimligir, og sóu kvinnurnar eins gott út sum í dag, mjáar um miðjuna, fattar í herðunum og hvítt hold? Eg havi altíð hildið at vakrasta konufólkið í verðini býr í Fuglafirði, út frá hesum kann hugsast, at tað hava verið nakrar snøggar snekkjur, ið settu fótin á land í Fuglafirði fyri túsund árum síðani. Tær hava verið líka so forfeingiligar sum okkara. Kanska hava tær ikki brúkt chanel og Elisabeth Arden Her hevur rættur kvinnuangi hingið uppi yvir høvur teirra, sum hevur eggjað víkingasjógørpunum at kína og klappa teimum á hesum vakra staði. Ikki kann annað sigast, at úrslitið hevur verið gott. Her á Oyrini hava tey gingið hond í hond eitt miðsummarkvøld við bjørtum vónum um sælar dagar og eitt gott lív Vit eru børn teirra. Vit ganga við hesum inniliga ættarroyki í likaminum - í kroppinum eru ílegur, sum vit skulu føra víðari, so altíð kann sigast, at vakrasta og tað dygdarbesta konufólki býr í Fuglafirði, og um okkum sjálvar er at siga, lat kvinnurnar meta um kalkynið og um tann roykin... tann húsaroykin, sum hongur uppi við okkum.


Chr. Matrass nevnir í yrkingini: Nú ferðast fólk fyri nesini.


Ymiskur er tann húsroykur,

ið hongur uppi við fólk

- og ymisk er gongd og húgvuburður,

har tey tyrpast í bólk.


Hetta er í teirri tíðini, tá ið fólk vóru merkt av heimalívi. Av angandi viði, mold, torvroyki, fiski, sjóráma, seyði, neytum o.s.fr. Men hesin rámi var ikk eins. Hann var ymiskur frá húsi til hús, frá býlingi til býling og frá bygd til bygd. Frimilin, sum matematikkarnir royndu at gera til tann livandi roykin, er líka máttleysur, tá ið um húsroykin galt. Nú er alt so litleyst og luktleyst. Eingin far loyvi til at hava sítt egna, hóast danin Spies segði: kvinder skal lukte af sig selv.Nú skal alt møguligt slag av eua decologne til fyri at doyva tann anga, sum skaparin gav okkum. Her eru øll eins, bæði børn og vaksin. Húsroykurin er burtur, men annar roykur er komin ístaðin, sum oyðileggur t. d. osonlagið. Hann er ringur at tevja, ringur at temja og ringur at tæna. Men hann er har og ger óbótaligan skaða.

Her er roykur og eingin grind, er orðafelli, sum stavar frá teirri tíðini, tá ið glaðað varð. Í Fuglafirði var einki glaðingarstað. Eystangrindir vóru boðaðar úr Leirvík við grindaboðara, sunnangrindir úr Gøtu og norðangrindir úr Oyndarfirði ella av Hellunum. Grindaboðari úr Gøtu ella úr Leirvík kom heilt inn á Árnanes, áðrenn hann rópti boðini. Grindaboðarin norðaneftir rópti á Rossaryggi. Fuglfirðingar høvdu eisini skyldu at boðað frá grind. Tá ið boðað varð til Leirvíkar, varð rópt fyrstu ferð, tá ið hann kom á Boðan, tá ið boðað varð til Gøtur, varð rópt fyrstu ferð, tá ið komið varð á Leitið, sum er um hálvan dalin. Men mong vóru glaðingarstøðini í bygdunum kring landið. Í Leirvík vóru trý glaðingastøð. Uppi við Garð á Húsbaki, ùti á Egg við Krotustein og á Fløttatoftini á Toftanesi. Her hevur roykurin verið boðberi og tænt okkum gjøgnum mong mannaminni.

Um eldin verður sagt, at hann er góður tænari, men ringur harri. Tá ið eimurin á grúgvuni kódnaði, var neyðugt at fara av húsi at læna glóð. Móðir mín minnist frá sínum ungu døgum, at fólk komu av Hellunum heim til Oyndarfirðar at læna glóð, tí øskukalt var úti á Hellunum. Tú skalt fara eini sjeytifimm ár aftur í tíðina, so stutt er hetta síðani. Men eldin kunnu vit ikki vera fyri uttan. Nú er tað hugnaligt at standa kring bálið og vera í felagsskapi, men tømist í oljutanganum og oljufýringin slóknar, gerst kalt innanveggja. Vit fara ikki út at læna glóð, men ringja eftir oljubilinum, so verður fylt á aftur og heitt verður aftur.

Vit hava eisini sæð, tá ið alt hevur staðið í ljósum loga, hvussu svárt tað hevur verið, og hvussu sáran tað neit. Her er hesin oyðandi harri náðileysur. Heimurin í loga æt sjónvarpsrøð, ið víst varð í Sjónvarpinum fyri nøkrum árum síðani, og gav henda sýning okkum eina mynd, av hvussu óndskapurin kann vera, ta ið hann fær leysar teymar. Hesar oyðandi kreftir, sum eru í eldinum, fara avstað, drepa, týna og jarðleggja alt, sum fyri er. Tá ið alt var hasað av, sást svidnaroykur stíga upp úr teimum soraðu toftunum og í sínum stilla sinni boðaði hann frá, at her einaferð hevði verið lív, men kvirran ráddi. Úr tí stilla roykinum hoyrdist grátur og tannagríls frá særdum sálum. Hetta er nakað av tí daprasta tú kanst síggja. Tey særdu høvdu ein dreym um eitt gott lív, sama dreym, sum víkingarnir høvdu her á Oyrini, og tann sama dreymin, sum vit hava og mong við okkum. Eldurin hevði tikið so mangt gott frá teimum , so hesin harri var náðileysur og hevði onga virðing fyri mannalívinum, og svá er enn tann dag í dag.

Eitt orð sigur: At senda letingan er sum roykur fyri eyguni. Týdningurin av hesum er tann, at letingin kemur aftur uttan at hava útint tað, sum honum var álagt. Fert tú har, sum roykurin er, kennist sviði í eygunum. Tú mást venda við aftur. Fimleikarfelagið Flog hevur nú 10 ár á baki. Ikki hava tey, ið hava gingið undan, ligið á latu síðu.Tey hava ikki goymt seg í royki og toku. Hvussu nógv logar upp við tey - hvussu nógv tey eiga av reiðum peningi, skal eg ikki meta um, men væl logar upp við, tá ið um dygd og trivna ræður.Tit, sum hava myndað henda felagsskap, hava havt eina glóð í barmi, sum hevur verið tykkum til mikla tign og miklan sóma. Verið eldhuga, so skulu vit síggja, at teir smáu neistarnir, sum verða kveiktir í barmi teirra ungu, fara at skína sum bjartir kyndlar á lívsleiðini.

Hetta bálið í kvøld boðar frá gleði og fagnaða, og roykur tess sigur frá einum góðum felagsskapi og í roykinum er orðið flog!


Hjartaliga til lukku við teimum tíggju árunum.


Frits