At stinga fingurin í jørðina

Nú skipar bóndafelagið fyri fundi um landbúnaðarpolitikk, har umboð fyri politisku flokkarnar fáa høvi at siga sína hugsan um landbúnaðarpolitikkin komandi fýra árini.
Óðalsfelagið kann ikki annað enn taka undir við, at politikararnir siga sína hugsan. So vita veljararnir hvør í sínum lagi, hvørjum teir skulu atkvøða fyri.

Tá áhugafeløg skipa fyri pallborðsfundum, er vanligt, at øll tey politisku umboðini siga seg taka undir við sjónarmiðunum hjá júst tí felagnum, sum hevur skipað fyri fundinum. Vónandi hendur onki slíkt bóndafangarí á fundinum, tí fleiri enn bøndurnir hava áhuga í jørðini.
Óðalsfelagið mótmælti harðliga tí áliti, sum var lagt fram seinasta vár. Hetta var serliga vegna uppskotið til lóg um búnaðarjørð. Tað uppskotið var eitt uppskot um miðsavnanaða stýring av øllum landbúnaðinum, eisini óðalsbrúkum og traðarbrúkum.
Vinnumálastýrið tók til teirra rós ikki undir við uppskotinum um lóg um búnaðarjørð. Tíverri vórðu tær ásetingarnar tó fluttar yvir í uppskotið um privatisering av landsjørðini. Hesum taka vit ikki undir við. Fyri tað fyrra dámar okkum ikki, at tvey sløg av ognarjørð skulu vera í landinum. Fyri tað seinna dámar okkum als ikki, at tvey sløg av ognarjørð skulu vera í sama haga, har sum ogn og kongs í dag liggja saman í felagshaga.
Óðalsfelagið smíðaði sjálvt trý lógaruppskot, sum vit hava lagt fyri politisku flokkarnar til kunningar.
Fyrsta uppskotið er at broyta matrikullógina til tess at gera sundurbýti av jørð lættari og liðiligari. Vit vilja hava ásetingar um minstustøddir innangarðs og uttangarðs, heldur enn sum í dag at tað ongantíð ber til at býta matrikulnummur sundur.
Annað uppskotið er at lata traðarmonnum traðirnar til ognar fyri eitt rímiligt gjald. Traðarfólkið er als ikki tikið upp á tungu í álitinum um landbúnaðarpolitikk. Hevur nakar uppiborið at sleppa at keypa almenna jørð, so eru tað tey, ið hava velt hvønn bøkk og lagt blóð, sveitta og tár í at skapa gróðrarríkar teigar.
Triðja uppskotið er at lata smáu festarunum festini, somuleiðis fyri eitt rímiligt gjald. Smáu festararnir hava oftast jørðina í felaghaga, í mongum førum sama haga sum vit óðalsmenn. Teirra brúk eru at meta javnt við óðals og traðarbrúk í øllum lutan, uttan júst tað, at teir ikki eiga jørðina. Vit eru avgjørt ímóti politikkinum hjá jarðarráðnum at leggja saman smáu festini.
Óðalsfelagið vil ikki leggja seg út í, hvat skal henda á teimum økjum, sum vit ikki sjálvir vara av. Men, vit kunnu hugsa okkum, at fleiri hagar gerast felagshagar, serliga nærhendis Tórshavn, Klaksvík og øðrum størri plássum. Um bøndurnir sleppa at keypa garðarnar og síðani selja okkum hagarnar burturav og í staðin leggja seg eftir at framleiða mjólk, ella bøndurnir fáa eitt endurgjald fyri at lata hagarnar frá sær, og at teir síðani verða seldir, tað er okkum líka mikið.
Avgerðandi fyri okkum er, at tað vera fleiri traðir, meiri óðalsjørð og lættari at ogna sær óðalsjørð.