- Bankar og sparikassar skapa ruðulleika á pensjónsøkinum.
Tað staðfestir Føroya Arbeiðarafelag í almennari fráboðan í morgun.
Felagið hevur fingið fleiri fráboðanir frá limum, sum boða frá, at bankin hevur stovna eftirlønarkontu fyri tey.
Tað hevur bankin gjørt, uttan at nakar hevur biðið hann gera tað. Samstundis eru boðini frá bankanum, at viðskiftafólk, sum ikki vilja hava hesa eftirlønarkontu, skulu sjálvi siga bankanum frá.
Samstundis hava teir heitt á fólk um at fáa arbeiðsgevaran at broyta eftirlønarkntuna.
- Hetta ørkymlar, tí fylgja fólk ráðunum frá bankunum, kann tað føra til, at tey fáa eina munandi verri pensjón enn tey longu hava, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
- Tað er átaluvert og neyvan í samsvar við góðan bankasið, at bankin sendir fólki slík skriv, tí vit halda ikki at bankin hevur rætt at stovna nakra kontu fyri fólk, sum ikki sjálvi hava biðið um at fingið stovnað slíka kontu.
- Vit halda eisini, at tað er í stríð við vanligar reglur, at bankin skal krevja, at fólk skulu gera vart við seg, um tey ikki ikki vilja brúka hesa eftirlønarkontu, sum bankin hevur tikið sær rætt til at stovna.
Føroya Arbeiðarafelag sigur, at bankarnir vita, at flestu viðskiftafólk teirra hava longu eftirlønarskipan, og tí kann brævið frá bankanum neyvan skiljast sum annað enn ein ódámlig roynd at fáa fólk at hava eftirlønaruppsparing sína í bankanum.
Tí ger Føroya Arbeiðarafelag vart við, at ein banki hevur ikki rætt at stovna nakra kontu, uttan at fólk sjálvi biðja bankan um tað.
Felagið staðfestir eisini, at allir limir í Føroya Arbeiðarafelag hava longu pensjónsskipan hjá Føroya Arbeiðarafelag og tí er ikki neyðugt at stovna eina eftirlønarkontu afturat.