Atkvøða um misálit á May í morgin

BRETLAND: Eftir stóra ósigurin í kvøld verður misálitsuppskot lagt fram á bretsku stjórnina.

Eftir ein stóran ósigur hjá Theresu May í bretska undirhúsinum í dag, hevur formaðurin í Labour flokkinum Jeremy Corbyn biðið um atkvøðugreiðslu um misálit á stjórnina í Bretlandi. Hendan atkvøðugreiðslan verður í morgin. 

 

Sambært talsfólkunum hjá Theresu May, forsætisráðharra, byrjar orðaskiftið áðrenn sjálva atkvøðugreiðsluna klokkan 14.00. Orðaskiftið heldur fram til klokkan 19.00 føroyska tíð, sigur leiðarin í bretska Undirhúsinum, Andrea Leadsom, sambært Ritzau. 

 

Bretska parlamenti vrakaði í kvøld brexit avtaluna hjá Theresu May við 432 atkvøðum ímóti og 202 atkvøðum fyri. Stutt eftir segði May, at tað vildi verið hóskiligt at funnið fram til, um stjórnin enn hevur stuðulin hjá parlamentinum til at halda fram. 

 

- Fyrst eru vit noydd av fáa váttað, um hendan stjórnin enn hevur álitið hjá Undirhúsinum. Eg haldi hon hevur, men orsaka av vavinum av atkvøðugreiðsluni í kvøld, er tað rætt, at onnur hava møguleikan at royna tann spurningin, um tey ynskja tað, segði hon í parlamentinum. 


Tað verður væntað, at stjórnin fær stuðul til at halda fram. Atkvøðugreiðslan um brexitavtaluna, sum var í dag, skuldi upprunaliga vera hildin í desembermánaði, men May gjørdi av at útseta atkvøðugreiðsluna, tí tað var greitt, at avtalan fór at verða vrakað. Tað hjálpti tó ikki nógv at bíða. Yvir ein triðingur av hennara egnu floksfeløgum í konservativa flokkinum atkvøddu ímóti avtaluni. 196 í konservativa flokkinum atkvøddu fyri, meðan 118 atkvøddu ímóti. 

 

/ritzau/