Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, hevði aðalfund leygardagin, og í tí sambandi vórðu viðtøkurnar broyttar.
Upplýst var, at størsti partabrævaeigarin, Eik Banki Føroya, fríggjadagin seldi 3,3% av sínum partabrøvum í felagnum, soleiðis, at bankin nú eigur 6,705% av samlaðu partabrøvunum í Atlantic Petroleum.
Talan var um eina sølu av 176.130 partabrøvum, allarhelst til kursin, sum var galdandi fríggjadagin, á 169,5. Hetta merkir, at Eik Banki Føroya fekk smáar 30 milliónir fyri hesi partabrøvini.
Tað merkir samstundis, at ognarparturin hjá Eik Banka Føroya fór úr 10,02% niður í 6,705%.
Eisini varð samtykt, at stjóri og leiðsla skuldi lønast fyri gott úrslit við partabrøvum.
- Hetta hendir yvir eitt tríára tíðarskeið, og slíkt skal fráboðast børsinum framman undan. Hetta virkar á tann hátt, at vit verða sammettir við ein bólk á 25 feløg, og megna vit at liggja í miðjuni úrslitarliga, merkir tað, at vit fáa útgoldið 25% av sonevnda »Grant of Options«, sigur Ben Arabo, stjóri.
Megnar felagið at liggja í ovasta fjórðinginum í hesum tríára tíðarskeiði, útloysir tað 100% av Total Shareholder Return (TSR).
Hetta merkir, at Ben Arabo fær 8.849 partabrøv, meðan starvsfólk og leiðsla fáa samlað 13.503 partabrøv at deila eftir einum nærri løgdum leisti.
Fyri Ben Arabo merkir tað eitt virði á beint undir 1,5 milliónir krónir, og fyri starvsfólk og leiðslu eitt samlað virði á smáar 2,3 milliónir krónur.
Avtaka markið
Ein onnur samtykt á aðalfundinum var at avtaka 20% markið, sum annars skuldi forða fyri, at ein einstakt felag ella einstaklingur kann eiga meira enn 20% av felagnum.
Hetta hevur tó í fyrsta umfari ongan praktiskan týdning, tí størsti eigarin var Eik Banki Føroya við 10,02% av partabrøvunum. Men hesin ognarpartur er minkaður viður í 6,705%, eftir at bankin fríggjadagin seldi 176.130 av teimum 263.130 partabrøvunum, sum bankin átti í Atlantic Petroleum.
Eik Banki Føroya eigur tískil nú 187.000 partabrøv í føroyska oljufelagnum.
Avtøkan av 20% markinum merkir, at ein einstakur partabrævaeigari nú kann keypa meirilutan av Atlantic Petroleum, men sum longu nevnt eru partaeigararnir spjaddir, og eingin eigur longur so nógv sum 10% av felagnum.
Atlantic Petroleum kunngjørdi fyrr í mánaðinum ársúrslitið, sum vísti eitt avlop á góðar 126 milliónir krónur, sum var heldur lakari enn roknað var við framman undan. Felagið roknar tó við einum størri avlopi í ár.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Birgir Durhuus, nevndarformann í Atlantic Petroleum, áðrenn evstamark hjá blaðnum.