Frígjadgin hevði føroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni, eykaaðalfund og har hendi tað, sum øll vistu frammundan, fór at henda.
Og tað var, at tríggir nýggir limir vórðu valdir í nevnd felagsins.
Nýggju nevndarlimirnir eru: Birgir Durhuus úr Vestmanna, sum starvast hjá Den Danske Banki í Danmark, Jan Edin Evensen, sum er norðmaður og starvast hjá útlendskum oljufelag og Diana Leo úr Vági, sum starvast hjá danska felagnum Dong. Hinir nevndarlimirnir eru Poul Mohr og Mortan Johannessen. Farnir úr nevndini eru Kjartan Hoydal, sum hevur verið formaður øll árini og síðani
Óli Hammer og Petur Even Djurhuus.
Nýggja nevndin legði til brots beinanvegin og hevði sín fyrsta nevndarfund á skrivstovuni í Havn longu, har nevndin skipaði seg við Birgir Durhuus sum formanni og Poul Mohr sum næstformanni.
Portalurin hevur biðið nýggja formannin um eina viðmerking til, hvørji mál hann hevur sett sær. Hann sigur seg fyrst vilja kunna seg meiri um viðurskiftini og geva nýggju nevndini høvi til at viðgera støðuna meiri nágreiniliga, áðrenn hann alment vil gera viðmerkingar.
Ein av meginorsøkunum til at helvtin av nevndini í føroyska oljufelagnum varð skift út skilst er tann, at fíggingarstovnar hava sett sum krav fyri at veita lán til felagið í framtíðini, at nýggj fólk eisini koma í nevndini. Í hesum føri hevur man so gjørt av at velja tvey virkin oljufólk og ein búskaparmann í nevndina.