Atlantic Petroleum við í royndarboring

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum, ið veruliga hevur verið í andglettinum hesa vikuna, er farið undir royndarboring í Írlandshavinum

Oljuvinna

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Talan er um Crosby brunnin, sum Atlantic Petroleum eigur 7,5 prosent í. Væntandi verður royndarboringin liðug seinast í hesum mánaðinum.

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur at felagið bíðar í spenningi eftir úrslitinum av Crosby brunninum.

- Um brunnurin er væleydnaður, eru fleiri møguligar útflutningsleiðir, vit kunnu velja millum, sum bindast kann í innan eitt relativt stutt tíðarbil, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í P/F Atlantic Petroleum.

P/F Atlantic Petroleum hevur veruliga verið í andglettinum hesa vikuna, eftir at Eik Banki og Føroya Banki meir ella minni settu Atlantic Petroleum undir umsiting sum treyt fyri at umfíggja lán.

Feløgini, sum eiga í brunninum, eru Challenger Minerals (North Sea) Limited við 32 prosentum, ið eisini er operatørur, Dyas UK Limited við 20 prosentum, First Oil Expro Limited við 20 prosentum, AFEX Oil and Gas UK Limited við 12.5 prosentum, Palace Exploration Company við átta prosentum and Atlantic Petroleum Limited við 7.5 prosentum.