Kenneth Rasmussen
Atlantic Supply Base
Tær 18 fyritøkurnar, sum eru við í verkætlanini, umboða 600 størv innan nógvar vinnugreinar, og kunnu harvið veita oljufeløgunum nógvar ymsar vørur og tænastur.
Í næstu framtíð verður avgerð tikin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja. Eftir øllum at døma fara fyrstu royndarboringarnar at verða komandi summar. Hesar boringar fara at hava nakað av virksemi á landi við sær. Tó verður talan neyvan um tann heilt stóra tørvin á vørum og tænastum. Men tað er í øllum førum greitt, at brúk verður fyri eini útgerðarhavn í leititíðarskeiðinum.
Runavík og Eysturoyggin eru til reiðar at hýsa útgerðarvirkseminum. Tær 18 fyritøkurnar, sum í felag eiga Atlantic Supply Base, hava ígjøgnum sínar royndir við tænastuveitingum til fiskivinnuna og aðra vinnu í oynni og landinum sum heild, fingið ein serkunnleika, sum oljufeløgini í stóran mun kunnu brúka. Hesar fyritøkur hava í alt 600 starvsfólk, sum í sínum dagliga yrki veita vørur og tænastur innan nógvar vinnugreinar. Við hesum grundarlagi, metir ASB seg hava ein góðan møguleika at kunna bjóða oljufeløgunum ein stóran part av neyðugu tænastunum.
Neyðugt er heldur ikki við íløgum fyri at kunna hýsa útgerðarvirkseminum í leititíðarskeiðinum. Verandi umstøður í Runavík við góðari atløgubryggju, pakkhúsum og goymsluøki kunnu í stóran mun nøkta tørvin í leititíðarskeiðinum. Afturat havnaøkinum er stórt øki tøkt, um brúk skuldi verið fyri hesum.
Fleiri dømi eru um, at Skálafjørðurin er viðbrekið umhvørvi. ASB hevur frá byrjan raðfest umhvørvið frammarlaga í sínum fyrireikingum. Tá farið verður undir útbyggingin av havnaøkinum seinni í ár, verður bryggjan gjørd soleiðis, at onki fer á sjógvin. Eitt lítið hall verður inn móti miðjuni, sum ger at dálkandi løgur verður samlaður í ein brunn og síðani beindur burtur. Nevnast kann eisini, at radioaktivt og annað dálkandi tilfar fer at verða goymt í einum avsíðis liggjandi húsi, sum er útgjørt til hetta.
ASB hevur ásannað, at felagnum vantar nakað av serkunnleika til at kunna átaka sær allar uppgávur, sum verða kravdar av eini útgerðarstøð. Tí verður neyðugt í byrjanini at fáa í lag samstarv við útlendskar fyritøkur við royndum innan útgerðarvirksemi. Talan verður tó ikki um at útlendskur peningur kemur inn í felagið, tí dentur verður lagdur á, at ASB er eitt føroyskt felag, sum fer at verða rikið av føroyingum.