Royndirnar hjá føroyska flogfelagnum Atlantsflog at flyta oljuarbeiðarar til og frá boripallum og hjálparskipum í frálandavinnuni hesi seinastu árini koma nú av álvara felagnum til góða. Tað fingu flogskiparar og onnur starvsfólk hjá felagnum prógv fyri týsdagin, tá boð vórðu eftir tyrluni hjá Atlantsflogi at flyta oljuarbeiðarar frá hjálparskipi í bretskum øki heim til Aberdeen.
Hans Erik Jakobsen, flogovasti á tyrludeildini hjá Atlantsflogi og flogskipari var sjálvur við hesa spennandi og nýggju uppgávuna hjá flogfelagnum. Hann vísir á, at teir hava fyrr flutt oljufólk av oljupallum hinumegin markið til Føroya, higani tey so fara víðari til Aberdeen. M.a. hevur tyrlan flutt nógv fólk av Foinaven oljupallinum, sum liggur millum Hetland og markið.
At flyta bretskar oljuarbeiðarar til Aberdeen hava teir hjá Atlantsflog so ikki roynt fyrr. Og Hans Erik fegnast um hesa fyrstu royndina, sum eydnaðist sera væl. Hann heldur tað er eitt herðaklapp til føroyingar, at eitt útlendskt oljufelag sum Chevron nú heitir á Atlantsflog um at átaka sær frálandauppgávur í bretskum øki, har tað eru nógv onnur tyrlufeløg, sum bjóða sínar tænastur fram. Uppá fyrispurning hví slík uppgáva verður latin føroyingum sigur Hans Erik, at tað kunnu vera fleiri orsøkir. Ein er so tann, at nettupp Chevron hevur áður brúkt føroyskar tyrlutænastur, tá felagið gjørdi seismiskar kanningar á føroyskum øki og segði seg tá vera sera væl nøgt við tænastuna, og ein onnur er, at tað er tørvur á tyrlum í løtuni. Og síðani tann, at frálandaverðin broytist eisini, og mørk verða flutt. Møguliga síggja oljufeløg stórar møguleikar fyri eini føroyskari frálandavinnu og vilja tí eisini brúka føroyskar tænastur á øllum Atlantsmótinum.
Hetta ber bara til, tá báðar tyrlurnar eru klárar, tí onnur má vera klár til at taka sær av bjargingararbeiði og fyrifallandi arbeiði í Føroyum. Teir fóru so avstað til Aberdeen mánadagin, og týsdagin vóru teir fýra ferðir úti hjá einum seismikkskipi eftir fólki. Skipið var Geco Diamond og lá 63 fjórðingar norður úr Aberdeen. Umborð á tyrluni kunnu vera 13 fólk men teir flugu so fýra túrar við 8 fólkum hvørja ferð. Her var eisini talan um nógv góðs. Hinir, sum vóru við á hesi spennandi frálandauppferðini, vóru Hans Heri Højgaard Jacobsen, Fróði Poulsen og Eystein í Løðu.
Væl egnað
-Um onkur segði fyri mær fyri einum ári síðani, at vit skuldu til útlandið at flúgva offshore, so hevði eg sagt, at tað var ein tápulig joke. Men nú er tað so veruleiki. Og tyrlan er sera væl egnað til flutningin. Samstarvað varð so við Bristow Helicopters, sum tók sær av oljuarbeiðarunum í samstarvi við eitt av fólkunum hjá Atlantsflogi. Men Atlantsflog arbeiddi kortini sum sjálvstøðugt tyrlufelag á jøvnum føti við hini stóru tyrlufeløgini. Tað tekur millum tveir og ein hálvan og tríggjar tímar at flúgva til Aberdeen. Tyrlan hevur brennievni til at flúgva góðar fýra tímar, og tað eru so eisini fleiri aðrir flogvøllir á leiðini.
Hans Erik heldur hetta at kunna flyta oljufólk frá oljuskipum og pallum í bretskum øki til m.a. Aberdeen vera ein spennandi byrjan til eina møguliga komandi rók innan føroyska flogvinnu. Tað verður sera áhugavert at síggja, hvussu hetta fer at rigga. Aberdeen er ein av fremstu offshorehøvuðsstøðum í heiminum, og tí er sera hugaligt at verða uppringdur í Føroyum og biðin um at koma hagar at taka sær av uppgávum. Hetta er vónandi eitt nýtt kapitull í føroyskari flogvinnu og uppgávur av hesum slag skapa so eisini grundarlag fyri at gera íløgur í nýggjar tyrlur í framtíðini, hvat eisini má vera málið, skulu vit vera ein náttúrligur partur av frálandavinnuni ikki bara í Føroyum men á øllum Atlantsmótinum. Vit mugu so royna at fáa okkara nationala felag bygt upp til at nøkta offshoretørvin í Føroyum, og vit mugu bjóða okkum fram uttan fyri Føroyar. Og tað hava vit m.a. gjørt við hesi uppgávuni. Harvið menna vit førleikan og eisini fáa vit betri umstøður at hava fleiri væl útbúgvin fólk til eitt nú bjarging. Vit vera ikki so sárbarir, tá onkur fellur frá, tí tað hevur sera nógv at siga, at vit vera fleiri í hesi vinnuni og ikki so fá, sum vit eru tað í dag. So Hans Erik heldur henda fyrsta royndin kann vera við til at menna eina føroyska tyrlutænastu í frálandavinnu eins og so nógvir aðrir hava gjørt.
Sáttmáli við Statoil
Annars nærkast løtuni, tá Statoil fer at taka avgerð um, hvat felag skal fáa flutningin við tyrlu frá oljupallinum Stena Don til Vágar í summar. Sum skilst hava fleiri feløg givið boð inn, og tað ljóðar, at talan verður møguliga um at lata nøkrum av hesum feløgum uppgávuna í felag, og eftir tí sum skilst verður Atlantsflog helst eitt teirra. Herfyri frættist, at danskt tyrlufelag eisini hevur ligið framvið umframt nýggja FaroeJet.