Enn einaferð hevur tað eydnast Regini Vágadal og Int. Promotion at fáa nakrar av heimsins sterkastu monnum til Føroya at kappast. Í døgunum 15. Og 16. Maj fer kappingin The Atlantic Giant 99 fram í Føroyum, og hesaferð verður ikki bert kappast á ovara vølli í Gundadali.
Átta luttakarar og átta kappingargreinar
Á tíðindafundi í sjónvarpinum í gjáramorgunin var kunnað um kappingina í ár, og hvussu kappingin í fjør eydnaðist.
Kappingin í ár verður eitt munandi øðrvísi enn tann í fjør. Í fjør vóru luttakararnir tíggju í tali, og tá kappaðust teir í seks kappingargreinum upp á ein dag. Í ár eru luttakararnir átta í tali, og teir fara at kappast í átta ymiskum kappingargreinum - fýra leygardag og fýra sunnudag.
Tá ið kappast var í fjør, fór øll kappingin fram á ovara vølli í Gundadali. Soleiðis verður ikki í ár, tí bert kappingarnar sunnudagin 16. verða í Gundadali. Tær fýra kappingarnar leygardag fara fram í Kirkjubø, á Vaglinum og eitt stað aftrat, sum ikki er funnið fram til enn. Regin Vágadal sigur, at hann hevði vónað, at tað hevði borið til at havt kappingargreinar aðrastaðnis í landinum, men hetta ber ikki til, tí inntøkurnar av atgongumerkjum hava ov stóran týdning. Tað er bert sunnudagin, at neyðugt verður at hava atgongumerki til kappingina. Regin sigur, at hevði til dømis Ferðaráð Føroya stuðlað kappingini, so hevði borið til at farið kring oyggjarnar við henni, og harvið eisini fingið góðar sjónvarpsmyndir, sum høvdu farið kring allan heim og víst okkara vakra land fram fyri útlendingum.
At tað ber til hjá Regini Vágadal, SVF og Int. Promotion at leggja kappingina á ovara vølli í Gundadali ein sunnudag mitt í landskappingini í fótbólti, kemur av, at fótbóltsfeløgini HB og NSÍ, sum eftir kappingarskipanini skulu hittast í landskappingardysti í Gundadali tann dagin, hava víst tiltakinum vælvild og flutt sín dyst til mikukvøldið 19. Maj.
Luttakararnir og kappingarnar
Teir átta risarnir, sum fara at kappast um at gerast ársins atlantsrisi, eru hesir: Regin Vágadal úr Føroyum, Torbjørn Sørensen úr Danmark, Torfi Ólafsson úr Íslandi, Joku Ahola úr Finlandi, Magnus Samuelson úr Svøríki, Laszlo Fékete úr Ungarn, Berend Veneberg úr Hollandi og Hugo Gerard úr Kanada.
Sviin Magnus Samuelson vann kappingina í fjør, og somuleiðis gjørdist hann heimsins sterkasti maður 1998. Finnin Joku Ahola var heimsins sterkasti í 1997, og í fjør gjørdist hann nummar tvey í somu kapping. Allir hinir luttakararnir, uttan Regin, vóru við í finaluni um at gerast heimsins sterkasti maður 1998. Regin Vágadal sigur, at eftir hansara tykki er luttakarahópurin til The Atlantic Giant 99 sterkari enn tann í fjør. Av teimum átta luttakarunum í The Atlantic Giant 99 vóru teir fýra við í kappingini í fjør.
Greinarnar, sum kappast skal í, verða hesar: Leygarmorgunin verður lagt fyri í Kirkjubø, har luttakararnir skulu ganga við føroyskum gróti og lyfta tað á ein pall. Nakað seinni út á fyrrapartin stendur deadlift á skránni, og enn er óvist, hvar hendan kappingin verður. Seinnapartin leygardagin verður kappast í miðbýnum í Havn. Byrjað verður við, at luttakararnir skulu ganga við einum steini, sum vigar eini 180 kilo, á økinum, har sum standmyndin hjá Hans Paula Olsen av traðarmanninum stendur sunnan fyri býráðshúsini. Stutt eftir hetta er seinasta kappingin leygardagin, og í henni snýr tað seg um at ganga ein tein við eini vekt, sum vigar eini 220 kilo, so skjótt sum gjørligt. Í sambandi við kappingina hevur Tórshavnar Býráð latið fíggjarligan stuðul til tiltakið.
Klokkan trý seinnapartin sunnudagin eru so fýra tær seinastu kappingargreinarnar á skránni á ovara vølli í Gundadali. Byrjar verður við Mill Walk, sum eisini var við í kappingini í fjør. Í ár verður hendan kappingin tó gjørd eitt sindur tyngri. Síðani er aftur ein kend grein á skránni, tá ið luttakararnir skulu halda tveimum tunnum leysum av vøllinum so leingi sum gjørligt. Næstseinasta kappingin verður aftur í ár, at luttakararnir skulu lasta nakrar Føroya Bjór kaggar upp á ein pall so skjótt sum gjørligt. Tann seinasta kappingin í The Atlantic Giant 1999 er nýggj her á landi, men tó er hon vanlig í slíkum kappingum. Hendan kappingin kallast Wheel Flip, og sum navnið eisini sigur, so skulu luttakararnir her koppa einum hjóli, sum vigar 350 kilo, eftir eini breyt á 50 metrar, til teir koma á mál við hjólinum.
Fyrireikararnir hava umhugsað gjølla, hvørjar kappingargreinar skulu verða sunnudag, tí hesar verða mettar at hava tað hægsta undirhaldsvirði fyri áskoðararnar. Í fjør gjørdist kappingin eitt sindur drúgv, og fleiri áskoðarar rýmdu, áðrenn hon var lokin.
Kappingin í fjør var væleydnað
Sjónvarpsstjórin, Tróndur Djurhuus, vil einki siga um, hvussu fíggjarliga úrslitið av kappingini í fjør var. Hann sigur tó so mikið, at úrslitið ikki var eins gott og væntað, men ein orsøk til hetta er helst tann, at SVF ikki dugdi nóg væl at fara út og selja sendingarnar frá kappingini.
Tróndur Djurhuus sigur tó, at SVF hevur fingið gott skoðsmál fyri sendingarnar. Eitt nú hevur framleiðarin av sendingunum frá heimsins sterkasta mannni sagt, at sendingarnar vóru stak væl eydnaðar. Kappingin í fjør hevur verið víst á stóru sjónvarpsrásini Eurosport, og yvir 200 milliónir fólk hava møguleika fyri at síggja hesa rás og harvið síggja nakrar frálíkar myndir úr Føroyum. Ætlanin hjá SVF var eisini at selja sendingarnar til ymiskar national sjónvarpsásir, men hetta var ikki tann stóri áhugin fyri í fjør.
Luttakararnir í The Atlantic Giant 1998 vóru stak væl nøgdir við kappingina í fjør, og fleiri teirra høvdu á orði, at hetta var best skipaða kapping, ið teir høvdu verið til.
At ein slík kapping krevur nógv orku frá bæði sjónvarpinum og Regini Vágadal við hjálparfólki, er einki dulsmál. Undir kappingini í fjør vóru útvið 50 fólk til arbeiðis, so at alt gekk so gott sum møguligt - umleið 25 frá SVF og so eini 25 sjálvboðin hjálparfólk hjá Regini.
Regin hevur góðar vónir
Í fjør gekk tað rímuliga væl hjá Regini í kappingini. Hann gjørdist nummar seks av tíggju luttakarum, men í ár ætlar hann sær longur upp á úrslitatalvuni. Regin sigur seg hava góðar vónir til kappingina, og hann leggur aftrat, at hann hevur vunnið á øllum hinum luttakarunum áður. Somuleiðis er tað umráðandi í ár, at Regin ikki verður við í fyrireikingunum av kappingini seinastu vikurnar, tí hetta var so krevjandi fyri hann í fjør, at hann gjørdist tíggju kilo lættari seinastu vikurnar undan The Atlantic Giant 98. Hetta skal ikki henda aftur í ár, sigur Regin, og tískil hevur hann fingið sær hjálparfólk, sum skulu taka sær av øllum fyrireikingunum.