Atli í sessinum hjá Súna í tvær vikur

Tað verður, meðan Súni í Hjøllum er burtur - frá í dag, 24. juni at rokna og tvær vikur fram, at Atli F. Johansen verður virkandi borgarstjóri

Atli F. Johansen verður tær næstu tvær vikurnar virkandi borgarstjóri í Nes kommunu.

 

Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, verður næstu tvær vikurnar uttanlands í summarfrí.

 

Tað verður, meðan Súni er burtur - frá í dag, 24. juni at rokna og tvær vikur fram, at Atli verður virkandi borgarstjóri.

 

Atli F. Johansen, sum varð valdur á ting fyri Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum hin 26. mars, er annars varaborgarstjóri í Nes kommunu.