Nú Gunn Hernes skjótt gevur stafettina frá sær sum stjóri í Norðurlandahúsinum, hava vit sett henni nakrar spurningar um, hvør hon er, um starvstíðina í Føroyum, hvussu hon hevur trivist her, og hvørjar hennara framtíðarætlanir eru.
- At koma til Føroyar og traðka inn í leiklutin sum stjóri í Norðurlandahúsinum var bæði kveikjandi og krevjandi. Eg kom inn á ein stovn við greiðari søgu og týðandi leikluti í samfelagnum.
Í samrøðuni greiðir Gunn Hernes frá, at tað í sínari tíð bæði var ein stór, men eisini sera innihaldsrík uppgáva at gerast stjóri í Norðurlandahúsinum.
- Men, eg upplivdi skjótt Føroyar sum eitt opið og fevnandi samfelag við stórum gestablídni - tað at fólk bjóðaðu tær inn, tóku teg við og góvu tær pláss.
Ein av spurningunum, sum VikuskiftisSosialurin setti henni, var hesin: Tú fanst kærleikan í Føroyum – kanst tú siga eitt sindur um tað?
- Ja, eg fann eisini kærleika her - og síðan greiðir Gunn Hermes frá, hvussu hon og Niels Uni Dam hittust, komu at kennast og nú liva saman í Føroyum.
Lesið eina størri samrøðu við Gunn Hernes í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.











