FSF Varpið: Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, spælir væntandi sín landsdyst nummar 50, tá Malta og Føroyar fara á vøllin á Ta’ Qali Stadion í Malta komandi leygardag
Les eisini: Vit gita at hesir byrja
Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Malta, sum verður á Ta’ Qali Stadion í Malta leygardagin 23. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð).
Les eisini: Tí eru bara 20 spælarar við
Aftaná venjingina mikumorgunin fekk FSF Varpið orðið á Atla Gregersen, sum væntandi spælir sín landsdyst nummar 50 komandi leygardag. Og sambært Atla sjálvum, so skulu vit vænti fleiri enn 50 landsdystir afturat frá honum næstu nógvu árini.
Landsdysturin móti Malta verður leygardagin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.