Átta deyð í ukrainsk­um dronu­álop­um í Russlandi

Russland sigur seg hava skotið 635 ukrainskar dronur niður. Álop hava rakt mál hundraðtals kilometrar frá hermótinum.

Roykur stígur upp frá einari goymslu hjá nethandilsrisanum Wildberries eftir eitt ukrainskt dronuálop. Fyritøkan, sum verður mett at vera russiska svarið upp á Amazon, er rakt fleiri ferðir seinastu vikurnar. Sambært russiskum myndugleikum lótu minst átta fólk lív í ukrainskum dronuálopum sunnudagin. (Mynd: Social Media/Reuters)

Minst átta fólk hava latið lív í ukrainskum dronuálopum móti Russlandi í dag.

 

Tað siga russiskir myndugleikar, men upplýsingarnar eru ikki váttaðar av óheftum keldum.

 

Sambært russiska verjumálaráðnum hevur loftverjan skotið tilsamans 635 ukrainskar dronur niður í nátt.

 

Eisini tann upplýsingin er óváttað.

 

Fleiri av álopunum hava rakt mál langt inni í Russlandi, fleiri hundrað kilometrar frá hermótinum í Ukraina.

 

Millum annað varð ein goymsla hjá nethandilsfyritøkuni Wildberries, sum ofta verður lýst sum russiska svarið upp á Amazon, rakt í býnum Novosemejkino. Býurin liggur umleið 800 kilometrar frá fremstu ukrainsku herstøðunum.

 

Sambært guvernørinum í økinum doyði eingin í hesum álopinum.

 

Í Belgorod-landspartinum, sum liggur við markið til Ukraina, siga russiskir myndugleikar, at trý fólk doyðu í dronuálopum.

 

Í Saratov-landspartinum nærhendis markinum til Kasakstan doyðu tvey onnur.

 

Trý fólk lótu eisini lív, tá ið ein drona rakti ein bil í Udmurtia-landspartinum, sum liggur meira enn 1.000 kilometrar frá hermótinum.

 

– Hetta er ein andstyggilig gerð, sum als onga meining gevur. Hesi fólkini vóru avgjørt ikki hernaðarlig mál, skrivar guvernørurin í Udmurtia, Olga Abramova, á Telegram.

 

Ukraina hevur áður víst aftur, at landið tilvitað leypir á sivilar borgarar. Ukrainsku myndugleikarnir siga, at dronuálopini eru svar upp á stóru russisku bumbuálopini móti Ukraina, og at endamálið er at trýsta Russland til samráðingar.

 

Seinastu vikurnar hevur Ukraina serliga framt álop móti stórum russiskum fyritøkum og orkuvirkjum, eitt nú oljuanleggum.

 

Sambært Reuters er Wildberries rakt meira enn tíggju ferðir seinastu tvær vikurnar.

 

Russland og Ukraina hava seinastu mánaðirnar hert dronu- og rakettálopini móti hvørjum øðrum, meðan friðarsamráðingar framvegis liggja stilla.

 

Roykur stígur upp frá einari goymslu hjá nethandilsrisanum Wildberries eftir eitt ukrainskt dronuálop. Fyritøkan, sum verður mett at vera russiska svarið upp á Amazon, er rakt fleiri ferðir seinastu vikurnar. Sambært russiskum myndugleikum lótu minst átta fólk lív í ukrainskum dronuálopum sunnudagin. (Mynd: Social Media/Reuters)