Átta føroysk mál í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld

Sävehof vann greitt á útivølli. Önnered tapti tepurt á heimavølli

Savnsmynd: Poli Hansen

Sanvnsmynd: Poli Hansen

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof er einsamalt oddalið í bestu svensku hondbóltsdeildini, trý stig frammanfyri nummar tvey, Skövde aftaná greiðan 29-20 sigur til Sävehof á útivølli móti Aranäs. Í steðginum var Sävehof á odda 16-13.

 

Elias Ellefsen skoraði fýra mál fyri Sävehof í dystinum í kvøld.

 

Liðið hjá Kjartani Johansen, Önnered tapti tepurt á heimavølli 27-29 fyri Kristianstad. Í fyrra hálvleiki gekk stak illa hjá Önnered, ið var aftanfyri 9-14 í steðginum. 

 

Kjartan Johansen skoraði til 27-28 tá 34 sekund vóru eftir, men tíverri fekk Kristianstad staðfest sigurin til 29-27 tá 13 sekund vóru eftir. 

 

Kjartan skoraði eins og Elias fýra mál í kvøld. Önnered hevur fýra stig upp til Hallby, ið hevur 16 stig á áttanda plássinum sum gevur atgongd til fjórðingsfinalurnar.

 

Komandi leygardag klokkan 14.30 verður føroyingauppgerð millum Sävehof og Önnered í Partille Arena. 

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.                  Lið:DystirVJT+/-Stig+/-
1 IK Sävehof181413555 - 4852970
2 IFK Skövde HK181224534 - 4932641
3 IFK Kristianstad151032437 - 3762361
4 Alingsås HK19955537 - 5232314
5 Ystads IF HF171025502 - 4612241
6 Hammarby IF HF18927531 - 5192012
7 HK Malmö16826456 - 4431813
8 IF Hallby HK19649508 - 53616-28
9 Lugi HF17629465 - 46814-3
10 Önnereds HK185211502 - 53412-32
11 Eskilstuna Guif IF176011465 - 50712-42
12 HK Aranäs184311464 - 51711-53
13 Redbergslids IK184212493 - 53410-41
14 IFK Ystad HK183411480 - 53310-53

 

 

 

 

 

Savnsmynd: Poli Hansen

Sanvnsmynd: Poli Hansen