Átta doyðu í dag, tá takið á eini tokstøð í serbiska býnum Novi Sad rapaði.
Tað sigur innanríkisráðharrin í Serbia, Ivica Dačić, í sjónvarpsrøðu, sambært tíðindastovuni Reuters.
Umframt tey deyðu hava í minsta lagi tvey fólk fingið skaða. Tey eru flutt á sjúkrahúsið til viðgerðar. Ein er í lívsvanda.
Bjargingarfólk grava yvirlivandi úr leivdunum seinnapartin, sigur innanríkisráðharrin.
- Talan er um eitt ógvuliga vandamikið bjargingarátak, sum fer at vara í fleiri tímar afturat. Vit hava umleið 80 bjargingarfólk úr fleiri býum umframt fleiri tungar maskinur á staðnum, sigur Ivica Dačić.
Hann leggur afturat, at tað eru tvey fólk undir leivdunum, sum eru á lívi, men enn ikki eru grivin út.
Novi Sad liggur í Norðurserbia, umleið 60 kilometrar í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum í landinum, Beograd.
Í løtuni er óvist, hví takið rapaði.
Sambært tíðindastovuni AFP lovar serbiski forsætisráðharrin, Miloš Vučević, at ein kanning av vanlukkuni verður sett í verk.
- Hetta er ein svartur fríggjadagur fyri okkum, fyri alt Serbia, fyri Novi Sad, sigur hann.
Tokstøðin í Novi Sad læt upp aftur í juli eftir trý ára umvæling. Men partar av støðini vóru framvegis undir umvæling.
/Ritzau/