Í morgun eru tíðindi borin um, at fleiri eru dripin í Gazageiranum í ísraelskum álopi.
Sambært verjuni í Gaza eru átta fólk dripin í loftálopi á Gazabý.
Sjey fólk eru dripin í einum íbúðarhúsum í Gazabýi, og ein er dripin í einari flóttafólkalegu vestanfyri býin.
Tað sigur eitt talsfólk við AFP-tíðindastovuna, og lagt verður aftrat, at ísraelska álopið var í morgun.
Eisini tíðindastovan Al Jazeera sigur frá um ísraelska álopið á Gazabý í morgun.











